Jákup Petersen
yvirlækni
Lat meg fyrst rætta ein feil, sum kom í greinin mína um kyksilvur, skrivað í endanum á januar mánaða. Eg skrivaði at yvirlækni Fróði Joensen varð við í hesum kanningum. Tad er ikki rætt. Tað skuldið sjálvandi verða Fróði Debes. Eg fari at biðja yvirlækna Fróða Joensen um umbering fyri hesa villu.
Annars standi eg fullt og heilt inni fyri tí sum eg skrivaði í greinini. Nevniliga:
At tað ikki kann ávisast at nakað einstakt barn í Føroyum hevur fingið skaða av, at mamman hevur etið grind!
At drúgvar, stórar og alheims viðurkendar granskingar á Seychellunum leiddar av heimskenda amerikanska kyksilvurgranskaranum Dr. Thomas Clarkson hava ikki víst nakað árin á børnini. Hetta sjálvt um mammurnar har høvdu munandi meira kyksilvur enn føroysku mammurnar!
At kyksilvurvandin fyri børn og vaksin í Føroyum stendur ógvuliga niðarlaga, tá hugsað verður um veruligu heilsuvandarnar fyri børn og vaksin í Føroyum!
At nógva umtalan av kyksilvur í Føroyum er við at leiða fólk frá teimum verunligu heilsuvandunum!
5-arin
Tað varð tí eitt sindur skemtiligt, at verða við á einum horni í útvarpssendingini 5-arin mikukvøldið har temaðið varð - um vit gerða ov nóg burturúr at ávara móti kyksilvurvandanum. Byrjanin varð sámulig við viðkomandi innleggum, men so tók Pál Weihe yvir. Eg má siga, at eg eri ikki sørt hugtikin av evnunum hjá Pál at stýra einum kjaki. Programmleiðarin og Pál tosaðu hugnaliga og leingi um ymisk fyribrigdi í føroysku kyksilvurkanningini. Smálutir í kanningini fingu gjølla viðgerð og fyltu stóran part av programmtíðini.
Neyðarsligu royndirnar hjá mær og Tomas Hans vóru meira ella minni skúgvaðar til viks við orðum so sum "ja, tað skal man eisini hugsa um". Ella varð ein beinleiðis avbrotin í sínum innleggum. Royndirnar hjá mær at fáa eitt meira breitt orðaskifti eydnaðust ikki. At 2/3 av teimum fólkunum sum atkvøddu við telefon meintu, at ov nógv varð gjørt burtur úr kyksilvurvandanum, varð ikki nakað sum imponeraði programmleiðarin. Hesin stóri bólkurin av føroyska fólkinum fekk heldur ikki eitt bein til jørðina, tá fólk um landið skuldu siga sína meining. Tað endaði enntá við at programmleiðarin fyri opnari mikrofon bað Pál Weihe um, at kanna hana persónliga fyri kyksilvur. Ja, eg taki hattin av fyri Pál Weihe har fekkst tú minst 1 - 0.
Hinvegin meini eg ikki at føroyska fólkið fekk 1 - 0. Teir 2/3 af øllum fólkunum sum ringdu inn og mettu at ov nógv verður tosað um kyksilvurvandan, sita helst sum kánus. Enn ein propaganda sending um føroysku kyksilvurkanningina! Eg haldi heldur ikki at føroyski journalistikkurin vann sær nakrar rósur hetta kvøldið.