Skemtingarsamur Naser Khader

Naser Khader hevur fleiri ferðir gjørt seg ópopuleran millum føroyingar, men dugdi væl at skemta við hesum, tá hann hevði orðið á Studentadegnum í áðni Láturin rungaði í salinum fleiri ferðir, tá Naser Khader hevði orðið á Studentadegnum fyri løtu síðani. Hann greiddi frá bakgrundini við, at hann á sinni valdi at lata seg avmyndaðan í føroyskum klæðum á føstulávint. Tað var stutt eftir, at hann hevði blandað seg í kjakið um abort í Føroyum.

? Tað var eitt øgiligt kjak, men so stilnaði alt av aftur. Eg skuldi so klæðast út, og helt tað var hóskiligt at tað ímyndaði okkurt, sum eg var partur av, greiddi Naser Khader frá.

? Tí gjørdi eg sum eg gjørdi, men tað skuldi eg aldrin havt gjørt, flenti Naser Khaser, sum ikki segði seg vita, at føroyski klæðini kundu fáa sinni í kók hjá so mongum. Og tað fekk sinni í kók hjá fleiri.

? Millum annað Tórbjørn Jacobsen skýrdi tað at vera rasismu, men tíbetur eru vit væl aftur í dag, segði Naser Khader, sum eisini hevði eina heilt serliga meining um føroyska øli.

? Til reseptiónina hjá Tórbjørn Jacobsen segði eg, at tað minti mest um øl úr Miðeystri, men tað fall ikki í so góða jørð, hóast eg roynda at greiða frá, at tað eisini var ein góð øl, segði Naser Khader, sum fyri tað mesta tosaði um persónligu viðurskifti og upplivingar sínar av Føroyum og Grønlandi.