Tá besta mansliðið hjá B36 fríggjamorgunin fer til Sands, mugu teir eftir øllum at døma vera minst tveir av teimum leikarum, sum farna vikuskiftið vóru við í stórsigrinum á Sumba.
Annar er sjálvandi John Petersen, sum mikudagin setti undirskrift sína á sáttmálan við Leiftur. Í dystinum móti Sumba røkti John ikki vanliga álopssess, men var ístaðin fluttur oman á miðvøllin. Fyri hann royndi B36 seg við Bjarna Prior í álopinum, við fýra málum sum úrslit, men tað tykist eisini ógvuliga ivasamt, um Bjarni verður við móti sandoyingum. Hann hevur seinastu vikurnar drigist við ein skaða í rivjabeinunum, og nú er líkt til, at hetta eisini hevur havt aðrar skaðar við sær.
Umframt hesar báðar, so noyðist B36 enn einaferð at vera landsliðsleikaran, Jens Kristian Hansen, fyri uttan. Hann hevur ein skaða í búkinum, sum stavar frá tíðini hjá Ayr United í Skotlandi. Harumframt hava bæði Egil Zahariasen og Mikkjal Thomassen vant lítið í vikuni, men mikukvøldið varð roknað fyri vist, at teir báðir verða við á liðnum.
Pelle Andersson, venjari hjá B36, sigur seg tó ikki kunna brúka hetta til so nógv. - Eg má bara hugsa um teir leikarar, sum eg havi tøkar, og so fáa tað besta úr teimum. Tað nyttar okkum einki, um vit nýta fráveru og miss av leikarum sum umbering fyri at spæla illa, tí tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa fulla úrtøku úr dystinum, sigur venjarin, og leggur samstundis áherslu á, at tað er í slíkum støðum, at týdningurin av einum breiðum hópi kemur til sjóndar.
B71 eisini skert
Heimaliðið er tó eisini nakað skert, nú teir fáa vitjan av oddaliðnum, og mikukvøldið var ivamál um fleiri av stuðulsleikarunum á liðnum.
Rúni í Soylu noyddist av vøllinum, tá B71 sunnudgin spældu á Toftum, og hann verður í hvussu so er ikki tøkur, siga tey av Sandi. Harumframt tykjast bæði Julian Florescu og Alex Nielsen at vera ivasamir. Báðir hava teir skaðar í fótinum, sum teir fingu móti GÍ fyri nærum tveimum vikum síðani, men kortini vóru teir báðir á vølli móti B36. Spurningurin er so, um teir enn einaferð kunnu pjøssast saman.
Vónirnar hjá Sandoyingum eru annars góðar undan dystinum. Á Svangaskarði gekk heilt væl, fram til skaðar og eftirfylgjandi útskiftingar høvdu við sær, at sonevnda rútman á liðnum varð brotin.
Kunnu teir finna sama spælið fram móti B36, verður talan uttan iva um ein truplan dyst fyri heimaliðið. Hagtølini tala eisini fyri, at so verður. Dystirnir millum B36 og B71 hava vanliga verið sera tættir, við 1997 sum undantaki tá B36 vann at kalla stórsigur.