Skerdir sørvingar

SÍ hevur havt góða breidd, men í síðstuni hevur mannfallið á liðnum verið so mikið stórt, at breiddin ikki er tann sama longur. Kortini halda sørvingar fast í vónina um FM-finalu

Talan var ikki um nakran stórdyst í Sørvági leygardagin, tá menninir hjá TB vitjaðu. Enn hevur TB ikki vunnið annað enn tvey sett, og líkindini vóru heldur ikki fyri, at tað skuldi gerast stórt øðrvísi, nú SÍ stóð hinu megin netið. Tað skuldi eisini vísa seg, at hesin dysturin gjørdist júst, sum roknast kundi við, tí SÍ vann 3-0 – uttan at vera undir stórvegis trýsti heldur.
– Nú taptu vit fyri Fleyr síðst, so vit vóru sera uppsettir at stríðast fyri sakini, tí tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu. Spælið var á góðari leið, tí móttøkurnar riggaðu væl, umframt at vit fingu tað burturúr í álopsspælinum, sum vit skuldu, sigur hevarin hjá SÍ, Ólavur Jensen.
– Sovorðnir dystir kunnu skjótt blíva eitt sindur »lala«, men tíbetur fingu vit spælið at koyra, so vit vunnu trygt. Hetta var í øllum førum tað frægasta, vit hava spælt ímóti TB í vetur.
Ólavur og liðfelagarnir liggja framvegis á næstfremsta plássinum, og nú stigini í Eik-liguni hjá monnum eru koyrd niður í helvt, er SÍ bara eitt stig aftan fyri oddaliðið, ÍF. Samstundis er SÍ trý stig framman fyri Mjølnir og fimm framman fyri Fleyr, so á pappírinum sær tað ikki so galið út.
Alt kappingarárið hava tað verið ÍF og SÍ, sum hava verið tey bæði fremstu liðini, men umstøðurnar hjá SÍ eru broyttar munandi í síðstuni, tí mannfallið hevur verið so stórt. Frá at hava havt kanska tann breiðasta hópin í deildini, hevur SÍ nú ikki meira enn tað, brúk er fyri.

Trúgva upp á tað
Jón Joensen, Jón Falkvard og Jón Nielsen, ið allir teljast millum berandi kreftirnar, verða neyvan við meira í ár, og haraftrat eru tveir av yngru spælarunum farnir niður á ítróttarskúla, og tá so er, bæði sæst og merkist tað. Teir nevndu plagdu at fáa nógva spælitíð, men nú mugu aðrir inn at royna seg í teirra stað, so eisini bonkurin er heldur tómligari, enn hann plagdi at vera.
Leygardagin fall ein av teimum frægu fyribils frá, tí longu tá støðan í fyrsta setti var 1-0 til TB, koykti Emil Mikkelsen fótin, so hann ikki fekk spælt meira í tí dystinum. Ikki er greitt, nær hann fær spælt aftur, men henda dystin kom so ein 14 ára gamal inn at spæla sín fyrsta dyst, so kanska teir skaðar, ið kunnu koma nú, noyða sørvingar at seta skjótari við, enn teir annars høvdu ætlað sær.
– Vit hava havt ein øgiliga breiðan hóp, men av tí at fleiri eru farnir burturav, eru nakrir heilt ungir komnir inn í myndina. Enn eru vit nummar tvey, men tað verður torført hjá okkum at vinna okkum heilt í FM-finaluna við skerdum hópi, heldur Ólavur Jensen.
– Umráðandi er, at vit fáa Ragnar í Haraldsstovu við, tá tað ber honum til. Hann venur kvinnurnar, so tað er ikki altíð, at hann fær spælt, men onkuntíð liggur fyri. Enn trúgva vit upp á tað og vita, at kjansurin fyri einum finaluplássi er har. Men tað verður tungt, sum tað sær út nú.