Skerja vælferðina í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð

Hvat kunnu vit so vænta okkum, tá ið tíðirnar versna aftur, spurdi Jòannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins á landsfundi í Hvalba hetta vikuskiftið

Landsfundur

? Tað krevst ikki stórt hugflog til at verða eitt alternativ hjá sitandi samgongu.
Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins á landsfundinum í Hvalba hetta vikuskiftið
Í formansfrágreiðing síni, ásanni hann, at okkurt skilagott er komið á skaftið síðani 1998, tá ið hendan samgongan tók við.
Hann sipaði til undirsjóvartunnilin, nýggja Smyril og samferðsluhavnina á Tvøroyri, nýggju sandoyarferjuna, nýggja vaktarskipið, ætlaða bergholið um Leirvíksfjørð, nýggja Landssjúkrahúsið og miðnámsskúlan í Suðuroy.
?Fyrr var illa, tá vit hugsa um, hvussu góðar tíðirnar hava verið, legði hann afturat.
Samstundis vísti hann á, at samgongustevið er so út av lagi vánaligt, at einhvør onnur samgonga fyri langari tíð síðani var slitnað.
? Men teir siga, at teir kunnnu ikki leggja frá sær, tí ongin er at taka yvir.
Jóannes Eidesgaard helt ikki, at hetta vóru serliga demokratisk sjónarmið, serliga tá ið hugsað verður um seinastu veljarakanningina.

Nú gránar dagur
Men nú gránar gerandisdagurin aftur, segði formaður javnaðarfloksins.
? Vøksturin í búskapinum er minkandi, og einstakar vinnur eru í kreppu. Og í tinginum er samgongan hamskift afturímóti tá ið hon so hástór skar ríkisstuðulin ein triðing.
Hann nevndi síðani nøkur avriki hjá samgonguni, sum hann helt, vóru eitt inntriv vælferðina hjá fólki:
- Barsilsskipanin verður skorin og útgjaldið minkar.
- Sjúklingar sleppa ikki av landinum til viðgerðar.
- Rætturin til stuðul fyri barnapengar verður skorin burtur.
- Rentustuðul til sethúsaeigarar minkar úr 40 niður í 37%.
- Heimarøktin tekur ikki nýggjar brúkarar inn.
- Landsstýrið turkar útreiðslur upp á føroysku kommunurnar.
- Mjólkaprísirnir hækka fyri aðru ferð innan fyri eitt ár.
- Sjónvarpsgjaldið hækkar 500 krónur
- Avgjald verður lagt á góðgæti, sodavatn og beriposar.
Formaður javnaðarfloksins helt, at tað kravdust ikki serliga stórt hugflog at vera eitt alternativ til slíkan politikk í bestu uppgangstíðum, sum nakar veit um.
? Hetta er nakað av tí, sum hendur, meðan tíðirnar enn eru góðar, so hvat kunnu vit vænta okkum, um tíðirnar veruliga versna, spurdi hann

Gloyma veruliga málið
Hann segði, at alt hetta hendi, tí at politikkurin gloymir sítt veruliga mál.
? Hjá samgonguni hava tey menniskjansligu virðini minni at týða, tí í berari nationalistiskari fáfongd, hevur samgongan frásagt sær rættin til 366 milliónir av ríkisstuðuli um árið.
? Politiska málið gjørdist reindyrkað nationalisma, sum fólk so við og við fara at merkja sviðan av.
Hann helt, at sjálvandi kundi andstøðan latið nú samgonguna stokt í sínum egna feitti, tí betur hevur hon ikki uppiborðið.
? Vit høvdu gingið fram í veljarakanningum, og samgongan hevði farið eftir hæli. Men hetta hevði ikki verið ábyrdgafult ímóti landi og fólki, tí ov nógv virði fara fyri bakka,
? Virði, sum tað hevur tikið ártíggju at vinna okkum, kunnu forfarast eftir stuttari tíð.
? Tí skulu vit, alt tað vit kunna, mæla til, at sitandi samgonga ikki situr ein dag ov leingi, segði Jóannes Eidesgaard.

Ikki altíð lætt
Annars vísti hann á, hvussu trupult tað mangan er at sita í andstøðu
? Tað er skjótt at fella í ta veitina, at vera eygleiðari og kritikkari til tað, sum samgongan kemur við.
? Tú gerst minni konstuktivur í andstøðu. Og júst hesin leiklutur kann gera, at tú ikki í nóg stóran mun sjálvur setur dagsskránna. Tú verður ov lítið aktivur til at fremja egnan politikk, men velur heldur at leggja alt meira orka í at taka støðu til tað, sum aðrir koma við.
Samstundis vísti hann á, at tað var heldur ikki so lætt hjá andstøðuflokkum at seta dagsskránna.
Skal andstøðan leggja uppskot fyri tingið, hevur hon ikki nakra umsiting ella nøkur embætisfólk, sum kunnu dugna henni í hesum arbeiði.
Hann nevndi dømi um uppskotið um brúkaraverndalóggávu sum javnaðarflokkurin legði fram.
? Tað var eitt fullfíggja uppskot, sum vit høvdu brúkt nógva orku og pening uppá, m.a. til løgfrøðiliga hjálp, sum vit máttu keypa. Málið fall, og tað visti vit ivaleyst frammanundan.
? So andstøðuleikluturin verður meira ella minni avmarkaður til fyrispurningar og lógaruppskot, sum eru sera einføld og greið, segði Jóannes Eidesgaard.
Kortini hevur flokkurin royunt at seta orð á sín politikk og fyribils eru tríggjar yvirlýsingar gjørdar um politikkin hjá javnaðarflokkinum, ein um miðfyrisitingina, ein um tjóðskaparliga semjuna, og tann triðja, sum er um fiskivinnupolitikkin, verður send út í hesum døgum.
Av øðrum málum, sum flokkurin fer at viðgera og koma við einum ítøkiligum boðum uppá, nevndi hann familjupolitikk, ungdómspolitikk, eldrapolitikk, útbúgvingarpolitikk, umhvørvispolitikk, privatiseringarm útjaðararapolitikk, mentanarpolitikk og kommunupolitikk.