Skeyt sjey og so seg sjálvan

Ein 34 ára gamal maður hevur skotið sjey fólk í býnum Grans Rapids í amerikanska statinum Michigan og síðani seg sjálvan. Løgreglan sigur, at maðurin tók til rýmingar í einum bili við løgregluni í hølunum. Tá hevði hann skotið fimm fólk. Meðan løgreglan jagstraði mannin, skeyt hann tvey fólk afturat og tók trý fólk gíslar. Løgreglan fekk samband við mannin í fartelefonini, men undir samrøðuni skeyt maðurin seg sjálvan. Teir tríggir gíslarnir hava tað gott.

Løgreglan sigur, at drápsmaðurin var tann 34 ára gamli Rodrick Shonte Dantzler, og at hann kendi tey, sum hann skeyt.

Dantzler varð latin leysur úr einum fongsli í 2005, men skyldfólk hansara siga, at hann hevði sálarligar trupulleikar.