Skiff Reader fer at kollvelta avísmarknaðin

Skiff Reader hevur eina stødd, sum svarar til eitt A4 ark Dagarnir hjá tí prentaðu avísini kunnu verða taldir. Tað heldur, ið hvussu er stjórin fyri fyritøkuna, Skiff, Gil Fuchsbergs.

Tann sonevndi ?Skiff Reader? væntast av álvara at seta gongd í tann talgilda avís og bókamarknaðin seinni í ár. Skiff Reader hevur eina stødd, sum svarar til eitt A4 ark, og hann vigar umleið eitt hálvt kilo.

- Hetta er byrjanin til talgildingina av tí, sum menniskja hevur elskað í so mong ár, nevnliga pappírinum, segði Gil Fuchsbergs fyri nøkrum tíðindafólkum, tá hann hevði eina framløgu av sínum Skiff Reader á einari elektronikkmessu í Las Vegas í USA.

Skiff Reader minnir um eitt skrivi-undirlag, og hevur eitt innbygt 3G-samband, og eina battarí-tíð, sum heldur í eina viku.

Skiff Reader er tunnur, og kann boyggjast. Avísir, tíðarrit og bøkur kunnu lesast á Skiff Reader. Í mun til aðrar E-readers er Skiff Reader meira handugur. Skiff Reader fyllir minni, og er munandi lættari enn ein berbar telda.