Skil skal fáast á fyrisitingina

Nýggi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Johan Dahl, ætlar, eftir nøkur buldraslig ár, at fáa skil á fyrisitingina í Fiskimálaráðnum aftur. Hetta skal millum annað gerast við eini dygdarmenningarætlan fyri allan stovnin. Nýggi landsstýrismaðurin er framvegis sannførdur, at FAS-skipanin kann fáa kreppuraktu rækjuvinnuna upp á føtur aftur.

Klokkan er seks fríggjamorgunin 30.januar á Gamla Apotekið. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin royna at leggja síðstu hond á samgongusamráðingarnar.
Higartil hava samráðingarnar gingið strúkandi, men fyrsti veruligi knúturin hevur verið í nátt. Stríð hevur tikið seg upp um landsstýrissessin í fiskivinnumálum. Sambandið og Fólkaflokkurin vilja báðir hava sessin og hvørgin vil geva seg.
Leskandi blandingin av sigarettum og kaffi hevur veruliga fingið bein at ganga á í nátt og reyðu og troyttu andlitini bera boð um, at umboðini fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hava ongar ætlanir um at geva seg.
Mánadagin 11.februar eru eingin reyð og troytt andlit at síggja. Sveittalukturin uttanfyri fíggjarnevndarhølini á Gamla Apoteki er eisini burtur.
Í einari stásiligari skrivstovu yviri við Strond, situr nýggi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum og sær út yvir Nólsoyarfjørð. Sambandsflokkurin vann stríðið við Fólkaflokkin um landsstýrismannin við fiskivinnumálum og skal komandi fýra árini sita fyri málsøkinum.
Stásiliga kontórið í Fiskimálaráðnum við frálíkari útsýninum yvir Nólsoyarfjørð eigur 44 ára gamla vágbingurin, Johan Dahl, komandi fýra árini

Fáast í rættlag
Nýggja arbeiðsplássið hjá Johan Dahl, hevur seinnu árini fleiri ferðir fingið átalu fyri vánaligan fyrisitingarsið. Bæði fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg og Løgtingsins Umboðsmaður hava alment átalað Fiskimálaráðið fyri óhepna málsviðgerð.
Ein avleiðing var, at ein fulltrúi varð loystur úr starvi. Sonevndi horvni fulltrúin er kortini settur aftur í starv í Fiskimálaráðnum.Nýggi landsstýrismaðurin við fiskimálum, Johan Dahl, er fullgreiður yvir trupulleikarnir, sum hansara nýggja arbeiðspláss hevur havt seinastu árini.
Fyrrverandi Fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, setti í verk ein bólk við fólkum úr Fiskimálaráðnum og uttanfyri fyrisitingin at kanna og kortleggja trupulleikarnir í fyrisitingini og hvørjar ábøtur kunnu fremjast.
-Arbeiðið hjá leiðslubólkinum skal sjálvsagt halda fram. Bólkurin skal tryggja, at vit ikki fáa somu trupulleikar í fyrisitingini aftur og at vit fáa rættlag í málsviðgerðina, sigur Johan Dahl
Nýggi landsstýrismaðurin dugir í løtuni ikki at siga nær leiðslubólkurin kemur á mál við sínum arbeiði. Hann sigur, at arbeitt verður miðvíst við at fáa eina vælvirkandi og dygdarmennandi skipan fyri alt Fiskimálaráðið og málið er, at arbeiðið verður í seinasta lagi liðugt 1. januar 2006.

Vinnan hoyrast
Johan Dahl er ikki ein royndur politikkari. Hann stillaði fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingsvalið í 2001 og í 2002 játtaði hann at stilla upp fyri Sambandsflokkin í Suðuroy. Johan fekk 300 persónligar atkvøður og fekk sætið á tingi. Á valinum 20. januar í ár varð hann afturvaldur.
Nú honum beyðst møguleikan at gerast landsstýrismaður, valdi Johan Dahl at taka av. Eitt av fremstu málunum hjá Johan er at taka føroyska vinnulívið í størri mun upp á ráð í teimum avgerðum, sum Fiskimálaráðið tekur.
-Vinnan og Fiskimálaráðið mugu ganga hond í hond. Saman mugu vit finna hóskandi skipanir bæði á landi og sjógvi. Eg verið opin fyri signalum bæði inni og uttanfyri vinnuna. Eg ætli mær eisini í næstum at vitja vinnuna, har eg fái høvi at hoyra meiningarnar hjá reiðarum, fiskimonnum og virkisleiðarum sigur Johan Dahl

FAS-skipanin er svarið
Fyrrverandi landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, fýltist fyri nøkrum mánaðum síðan í eini viðtalu við Sosialin á, at eingin politisk loysn var funnin til kreppuraktu rækjuvinnuna. Hann vísti á, at vinnan sjálv var komin við nógvum hugskotum, men trupulleikin var, at samgongan kundi ikki finna eina semju um uppskotini.
Í farna samgonguskeiði legði Sambandsflokkurin fram uppskot um eina FAS-skipan fyri rækjuvinnuna. Henda skipan er eftir sama leisti sum FAS-skipanin fyri farmaflotan, har reiðaríini fáa afturborið ein part av skattinum.
Johan Dahl er framvegis sannførdur um, at ein FAS-skipan kann vera við til at fáa føroysku rækjuvinnuna upp á føtur aftur. Hann leggur afturat, at henda útsøgn er persónlig og ikki eitt útspæl frá samgonguni.
-Støðan er hættislig. Vit missa skip og onnur flagga út. Hetta er eitt stórt problem, tí vit missa bæði hýrur og virksemi á landi og harvið eisini inntøkur til landið, sigur hann
Hann heldur ikki, at ein FAS-skipan fyri rækjuflotan kann sammetast við ein beinleiðis stuðul til rækjuvinnuna.
-FAS-skipanin skal bert galda í tvey ár. Í hesum tíðarskeiði skulu vit skaffa vinnuni so góðar vinnumøguleikar sum gjørligt. Røkir tú ikki tíni rættindi, er stórur vandi fyri, at vit missa tey. Vit hava nøkur søgulig rættindi í dag og tað er sera umráðandi, at vit varðveita tey. Vit fáa bara varðveitt tey við at halda á við at fiska, sigur Johan Dahl.

Gransking í hásætið
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin leggja flokkarnir dent á, at skal føroyska vinnulívið stimbrast og mennast, er neyðugt at størri dentur verður lagdur á gransking.
Granskingin er eisini ein týðandi partur av ætlaninum hjá Johan Dahl sum Fiskimálaráðharra. Hann heldur, at føroyingar eiga at seta sær sum mál at gerast matvøruútflytari heldur enn ráðvøruútflytari. Hetta skal millum annað gerast við øktum samstarvi millum vinnulívið og granskingarumhvørvið
-Vinnan og granskingin mugu tosa meira saman. Vit hava í dag nakað av biotøkni og hetta skal mennast. Fáa vit granskingina upp í vinnuframleiðsluna gerast produktini meira virðismikil. Hetta er sjálvsagt eitt langsikta mál og vit vita øll, at gransking er kostnaðarmikil fyrstu árini, men við vunnum úrslitum, kemur tað at betala seg seinni, sigur Johan Dahl.

Tomasju skattaskipan skapar inntøkur
Undanfarna samgonga arbeiddi við at seta ein sonevnda tomasjuskattaskipan í verk. Undirtøkan var kortini ikki fyri ætlanini og tí datt skipanin niðurfyri.
Johan Dahl ætlar sær at kanna uppleggið hjá undanfarnu samgongu um tosmasjuskattaskipanina. Skipanin snýr seg í stuttum um, at útlendsk skip skulu fáa møguleika at skráseta seg í Føroyum.
Spurdur um fyrimunirnar við eini slíkari skipan, svarar Johan, at ein tomasju skattaskipan kann verða við til at leggja bæði útlendskar pengar og vitan eftir seg í Føroyum.
- Føroyar eru upplagdar til at skráseta síni skip í. Vit hava nógva vitan innan skip, skiparakstur og umsiting í Føroyum. Vit hava vælvirkandi klassa og sýn, sum eru klár at taka ímóti eini slíkari avbjóðing, sum tomasju skipanin kann blíva. Fáa vit eina slíka skipan setta í verk, kann tað gerast eitt nýtt bein at standa á vinnuliga, greiðir nýggi landsstýrismaðurin at enda frá.

Fakta:
Navn: Johan Dahl
Føddur: 19.sep. 1959 í Keypmannahavn
Giftur: Linda Herdalur
Børn: Jógvan, Kaj Egil, Theis og Magnus
Útbúgving: Bankamaður
Starvsroyndir:Arbeiddi á Faroe Ship í Keypmannahavn, Stjóri á Vágs Skipasmiðju 1982-90, Stjóri á World Seafood í Holte 1991-92, Eigari av sølufelagnum, NASCO, 1992-95, Starvast á A.Marr International & J.Marr Seafoods Ltd í Skotlandi 1995-96, Stovnar Faromar 1997, Stovar Faroe Cold Stores 1998, Stjóri á Kollafjørð Pelagic 2002-03, Stjóri á Frystiterminalinum Kloosterboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði 2003
Politisk søga: Stillaði upp til Fólkatingsval í 2001. Løgtingsmaður síðan 2002. Landsstýrismaður 2004-