Skil á óskilið hjá postinum

Innan ein mánað skal postkassin setast upp so nær alfaraveg sum gjørligt. Harumframt ganga postboðini ikki í trappum longur, og leiðin millum inngongdina frá alfaravegi til brævkassa skal vera ruddilig, sløtt og føst

POSTUR

Undir slagorðinum: »Um regn er hvønn dag, skal postur avstað« fer Postverkið í næstum undir átak at skipa postútberingini betur.
Fyri brúkaran verður størsta broytingin, at leiðin hjá postboðnum til postkassan ella postrivuna skal verða so stutt, lættgongd og trygg, sum til ber. Tí noyðast nógv húski at keypa nýggjan postkassa og festa hann út móti alfaravegi. Harumframt verður kravt, at spjaldur við nøvnunum hjá øllum í húskinum skal vera á postkassanum. Hetta samstundis sum flestu kommunurnar antin hava ella eru farnar undir at geva øllum húskjum adressur - gøtunøvn og -nummur.

Bøttar arbeiðsumstøður
Roymer Lamhauge, deildarleiðari hjá Postverkinum sigur, at endamálið við átakinum fyrst og fremst er at bøta um arbeiðsumstøðurnar og umhvørvið hjá postboðunum.
 Í mun til grannalondini, har viðurskiftini hava verið skipað í mong ár, eru vit langt aftanfyri, sigur Roymer. Og hann vísir á, at tað nærum er ógjørligt at avloysa postboðini, tí vitanin um útberingina, adressur og fólkini í húskinum ofta eru avtalur millum postboðið og íbúgvarnar.
 Framyvir ber ikki til at fáa postin gjøgnum køksvindeygað ella inn í kjallaran, sigur hann, og greiðir frá, at við núverandi skipan er eisini nærum ógjørligt hjá kappingarneytum at koma inn á útberingarmarknaðin, tá einki skil er á bústøðum, innlatingarstøðum og skeltum.
Í faldaranum, sum verður borin í øll hús hesar dagarnar, stendur at postboðini fara ikki at ganga í trappum við fleiri enn tveimum trinum. Harumframt skal leiðin millum inngongdina frá alfaravegi til brævkassa vera ruddilig, sløtt og føst og ikki vera hál. Portur skulu vera løtt at fáa upp og somikið breið, at høgligt er at koma fram. Og so mugu húsdjór á ongan hátt vera til ampa fyri avhendingina av postinum.

Undantak fyri rørslutarnað
Sambært kunngerðini um postkassar, postrivur og postkassastøðir, sum kemur í gildi 1. mars 2006, ber til hjá rørslutarnaðum og øðrum óhjálpnum, sum ongan hava at hjálpa sær at søkja um at fáa postin bornan á bústaðin. Onnur kunnu eisini fáa hesa tænastu, um tey rinda 100 kr. um mánaðin.

Sparingar
Spurdur um partsendamál við átakinum er at spara starvsfólk ella pengar, sigur Bergur í Garði, stjóri á postverkinum, at tey sjálvsagt skulu hugsa um úrslitið á botnlinjuni, nú postverkið verður langt um til partafelag. Og hann greiðir soleiðis frá,
 Sjálvsagt verður ein ávís sparing við nýggju skipanini. Men vit kunnu siga fyri vist, at ongin størv verða spard burtur í fyrstu atløgu, men at sparingin verður tikin inn við nattúrligari frágongd millum postboðini.


Blaðútberingin fegnast
Hallstein Sigurðsson, leiðari fyri Blaðútberingina hjá Prentmiðstøðini fegnast um nýggju skipanina. Hann sigur, at starvsfólkini hjá teimum eru ung fólk, og tey koma mangan í óføri, tá tey bera bløð út. Hann sigur, at nógv hús hava onki nummar, onnur ongan postkassa og vit kunnu ikki rokna við, at ungfólk kenna øll fólkini í húskinum, býnum ella bygdini.
 So vit fegnast um, at øll fáa góðkendan postkassa ella brævrivu við nøvnunum hjá øllum íbúgvunum.

---

BOX:

»Ofta hanga brævkassar óhøgliga fyri hjá postboðnum: Upp gjøgnum trappur, runt um húsini, enn ein trappa  og har hongur brævkassin. Niður aftur, og so næstu húsini.«

Úr faldaranum frá Postverk Føroya.

---

BOX:

Hús við girðing: Brævkassin eigur at standa beint við portur ella grundøki tygara, so posturin kann avhendast beinleiðis frá alfaravegi. Ber ikki til at seta brævkassan tætt við alfaraveg, kann hann setast upp í mesta lagi 7 metrar frá vegnum.

Hús uttan girðing: Brævkassin skal festast á til dømis garð, stólpa, hjall, úthús ella bilhús, sum hoyrir til húsini, á stytstu leiðini inn frá alfaravegi.

Um einki hóskandi pláss er at festa brævkassan á á veg inn til húsini, skal hann festast á húsaveggin, sum postboðið fyrst kemur til á veg inn til tey.

Brævrivur í úthurðum: Góðkendar brævrivur í úthurðum at lata post í eru tær, ið eru í mesta lagi 7 metrar frá alfaravegi.

Íbúðarhús: Um hús hevur fleiri enn 4 íbúðir, kann brævkassastøð setast upp næst við høvuðsdyrnar í húsinum. Nágreiniligar upplýsingar fáast á posthúsinum.

Úr faldaranum frá Postverk Føroya.

---

BOX:

Minnist til:

Brævkassi ella brævrivu í úthurð tætt við alfaraveg
Hædd upp til brævrivuna: 100  130 cm
Ongar trappur (ikki fleiri enn 2 trin)
Ruddiligt, sløtt leið
Navn oa brævkassan
Lás á brævkassan
Nummar á húsini