Skilagott við vatnorku

Páll Mikkelsen 80 ár: Í morgin 3. januar verður Páll Mikkelsen í Havn 80 ár. Vit hava verið inni á gólvinum hjá honum

Um Páll kann sigast, at hann er bæði gøtumaður og lorvíkingur. Hann er tí ein góð ímynd av teirri samanlegging av teimum báðum kommununum, sum hendi í gjár.

Bæði foreldrini vóru úr Gøtu. Pápin var Petur Mikkelsen, sonur Malenu og Jógvan á Lækjuni í Syðrugøtu. Mamman var Anna Katrina f. Zachariassen. Hon var dóttir Frederikku og Óla Jákup í Jákupsstovu í Norðragøtu.

Petur gjørdist lærari, og hann kom at virka í Lorvík størsta partin av lívinum. Her varð Páll føddur, og hetta ger so Páll til lorvíking.

Páll tekur til, hvussu gott hann hevði tað sum barn. Lorvík var ein frálík bygd at vaksa upp í.

Hann var eisini javnan og vitjaði sína ætt í Gøtu. Tað var bert ein tími at renna um lorvíksfjall. Hetta var ikki tá roknað sum nakað at tosa um. Har vóru enntá trappur og gelendarar at halda í. Her var javnan nógvur trafikkur. Páll minnist sín barndóm sum eitt paradis.

Systkini vóru Óli, Jónsvein, Anfinn, Marjun og Eyðleyg. Her var talan um rættuliga “familjuplanlegging”. Systkini eru fødd við tvey ára millumbili í 1927, 1929, 1931, 1933, 1935 og 1937. Marjun doyði fyri nógvum árum síðani. Hon var rørlsutarnað, og tað var tiltikið, hvussu væl tey tóku sær av henni.

Anfinn varð umrøddur í seinasta Sosiali í greinini um indianarahøvdingan í Canada, sum kundi samskifta við djórini. Hini búgva í Føroyum. Jónsvein á Toftum og Óli, Páll og Eyðleyg í Havn.


Í fyrsta liðnum av matematiskum studentum


Páll gekk sum vanligt tá í skúla, til hann var 14 ára gamal. Tá fór hann at arbeiða í handlinum hjá Georg Johannesen hjá Lorvíks Jóannes. Her var hann í hálvt annað ár. Tað lá tíðliga í Pálli, at hann vildi sleppa at læra. Hann fór til Havnar í 1945 fyrst at taka preliminier- og síðan studentsprógv, sum hann tók í 1949. Páll var í fyrsta holdinum av matematiskum studentum. Hetta ár vóru teir 19 studentar, 10 vóru matematikarar.

Páll fór so eitt ár til skips. Hetta var við tí kolfýrda trolaranum Krosssteini hjá Haraldsen í Fuglafirði. Skiparin var Grækaris Hansen, sum var giftur við Onnu, mostir Páll. At vera við einum slíkum trolara var eggjandi fyri ein tekniskt áhugaðan ungling. Ein trolari var jú eisini tá nógv teknikkur, og har lærdi mann millum mangt annað eisini at ansa sær.

Síðan gekk leiðin til Danmarkar, har Páll fór at lesa til verkfrøðing á Polyteknisk Højskole. Skúlagongdin var í tveimum. Her var tað fyrst ein fyrsti partur við øllum tí grundleggjandi lærdóminum. Síðan skuldi arbeiðast eitt ár. Páll arbeiddi millum annað hjá Ólavi Rasmussen, sum hevði tekniskan verkstað í Havn. Hann var sonur Rasmus á Háskúlanum. Páll var eisini eitt skifti í Noregi. Síðan tók hann annan part, sum tók hálvtriðja ár. Hetta gekk alt væl, og Páll fekk prógv sum verkfrøðingur í 1955, níggju og eitt hálvt ár eftir, at hann fór úr Lorvík.

Aftaná at hava fingið prógv arbeiddi Páll eitt hálvt ár hjá Københavns Belysningsvæsen. Men hugurin var at koma aftur til Føroya, og Páll gjørdist í 1955 lærari á Studentaskúlanum í Havn, har hann undirvísti í matematikk og fysikk. Her var Páll fram til 1958. Páll sigur, at sagt varð av dønum á studentaskúlanum, at føroyski ungdómurin var nógv meira búgvin enn tann danski, og tað heldur Páll eisini sjálvur.


SEV gjørdist lívsverkið hjá Páll


Nú koma vit til lívsverkið hjá Páll, nenviliga hjá SEV, sum byrjaði sína streymveiting í 1954. Samfelagið broyttist skjótt við størri virksemi, serliga innan fiskaframleiðslu. Hetta gjørdi tað neyðugt at fara undir útbyggingar, og í 1958 fekk Páll starv sum verkfrøðingur hjá SEV. Hetta vóru størri tøk, enn vit hugsa um í dag. Fyrsti partur, Fossáverkið, kostaði 12 milliónir. Síðani vórðu íløgur gjørdar fyri 15 milliónir afturat, so tær komu uppá 27 mill. Tímalønin hjá arbeiðsmanni var í 1958 kr. 4. Nú er hon yvir kr. 100. Henda íløgan vildi í dag út frá hesum svara til um ¾ milliard. Hetta var eitt risatak, sum samfelagið var tá.

Men hetta er ein íløga, sum hevur loyst seg. Í dag geva bert hesar íløgur SEV um 60 milliónir árliga í inntøku.

Ein stór uppgáva hjá Páll var at standa fyri bygging av linjunum út um landið. Hetta kravdi raskar menn, og teir hevði Páll eisini. Sjakkini vóru um 8-10 mans. Pelarnir vóru drignir við spølum, annars var tað nógv handakraft. Tað sigur seg sjálvt, at ofta hava umstøðurnar verið truplar. Teir vóru burtur í einar 14 dagar í senn og gistu, har nærmast var. Til dømis kundu teir fáa innivist í núverandi ALV-skúlanum við Áir, tá ið teir vóru á hesum leiðum.

Páll hevur arbeitt saman við tveimum stjórum. Hjalgrim Winther og Klæmint Weihe, sum báðir vóru dugnaligir, og sum standa fyri tí, sum SEV er í dag.

Klæmint hevur eisini alt gott at bera Pálli. Hann gjørdi sær sínar hugsanir um hvussu skipast skuldi, og Páll var trúgvur móti teimum og legði alla sína orku í at fáa tær settar í verk.

Eitt av stóru avrikunum hjá Páll var 60 kilovoltlinjan, høvuðslinjan millum Vestmanna og Havnina. Her sýndi Páll rættuliga sín dugnaskap. Hann hevði eisini sera gott skil á, hvar best var at leggja linjuna í mun til veðurlagið, sum hann eisini hevði gott skil á. Sum skilst hevur Páll verið nógv í náttúrini, sum eisini hevur hansara stóra áhuga. Tí hevur hann eisini í mong ár verið virkin í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, eisini sum nevndarlimur og formaður.

Sum frá leið gjørdist útbyggingin av SEV mest við motorum, og at enda gjørdist Sundsverkið høvuðsmotorverkið.


Skilagott at útbyggja vatnorkuna


Næsta stigið hevur so verið útbyggingin av Eiðisverkinum, sum Páll eisini heldur hava verið ein góð íløga, hóast kostnaðurin kann tykjast at vera høgur. Men hann er uppá seg tó ikki stórt hægri enn upprunaliga íløgan.

Páll dylir ikki fyri, at hann avgjørt stuðlar vatnorkuútbygging, tá hon er gjørd við skili. Hon kostar nakað nógv í íløgu, men raksturin er bíligur. Tá ið íløgan er goldin, tá er vatnverk eitt gullnám. Framleiðslan er eisini sera umhvørvisvinarlig, sum ikki minst hevur týdning í hesum tíðum.

Hann heldur, at vatnorkan kann tvífaldast eftir einum 30 árum, og harvið kann parturin av vatnorkuframleiðslu økjast munandi. Um onkur skuldi hildið, at hetta er nakað nógv avgjørt, so eru framvegis stórir møguleikar.

Páll metir eisini, at møguligt er at útbyggja vindorkuna, men her krevst eitt sterkt maskinarí. Men menningin hevur verið stór á hesum øki seinastu árini, og hetta kann bert gagna hesi gongdini.

Við streymorku skuldi Vestmannasund verið ein góður møguleiki. Men hinvegin ivast Páll í kaðalinum úr Íslandi, sum hevur verið nógv uppá tal. Tað er sínar sakir at hefta seg at einum øðrum landi. Har kann mangt henda, sum vit sjálvi onga ávirkan hava á.

Her kann eisini vera nevnt, at Páll var nevndarlimur hjá Ídnaðargrunninum, so leingi hann var til, og størsta partin av tíðini var hann formaður. Hesin grunnur hevði stóran týdning fyri føroyskan ídna ta tíð tað var.



Fróðarmaður



Páll hevur verið ein sera virkin pensjonistur, og ikki minst hevur hetta verið í hansara upprunabygdum Lorvík og Gøtu. Hann hevur verið nógv í Jákupsstovu í Norðragøtu, barndómsheiminum hjá mammuni, sum stendur á sjálvari Tróndargrund. Her hevur verið snøggað og hugnað um, og eigur Páll sín part av heiðrinum fyri, at gamla bygdin í Norðragøtu er so hugnalig, sum hon er.

Eisini er hann virkin í eldrafelagnum Fjallið við limum báðum megin Lorvíksfjall, sum bæði skilir og bindir bygdirnar saman.

Páll er fróðarmaður. Vit eru skyldmenn, og bert hetta gevur okkum nógv at tosa um. Hann er ættarkærur sum fáur. Eisini hevur hann mangan verið hentur, tá ið skrivast skal um felags áhugaøki, og onkur spurningur hevur verið, sum greiða skuldi fáast á.

Páll giftist í 1955 við Betty, sum er av Strondum. Hon er dóttir Kristinu og Thorvald Joensen, sum var ættaður úr Lorvík. Tey vóru trý systkin. Hanna doyði ung, meðan Jógvan hevur siglt nógv úti í heimi.

Tey fyrstu árini, Páll arbeiddi fyri SEV, búðu tey í Vestmanna. Men tá ið SEV flutti høvuðssætið til Havnar í 1967, fluttu tey við, og búgva tey í dag í Dr. Dahlsgøtu.

Tey eiga tvey børn, Høgna og Eydnu. Høgni býr í Litava, og Eydna býr við manninum Anfinn inni hjá teimum báðum. Eydna og Høgni eiga tvey børn í part.

Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. Vit vilja ynskja Páll og hansara hjartaliga tillukku við hesum stóra degi.


ó.