Tá Tórshavnar Bátafelag seinasta leygardag skipaði fyri tí, tey rópa mjáflaggahugna í Vágsbotni, helt Jóannes Eidesgaard, reiðari á Thorshavn, sum nú er keyptur til Suðuroyar, eina áhugaverda røðu.
- Áðrenn vit sum óvitar gáaðu um hagan og fjøllini, leitaðu eyguni á lítla alvanum oman móti sjóvarmálanum. Sjógvurin hvesti í okkum øllum eitt forvitni. Vit vóru drigin at hesum bláa og váta elementinum. Vit vildu nærri, eisini eftir at vit fingu at vita, at tað ikki var vandaleyst. Hóast allar hesar formaningar, so búðu vit við sjóvarmálan. Vit spældu har, og vit fluttu mørkini. Vit fingu karm, lærdu at svimja, og so helt spælið við tunnuflakum og bátum fram. Løturnar niðri í fjøruni vóru fyri tey allarflestu munandi ríkari enn løturnar uppi við bøgarðarnar.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at nú byrjar bátaárið við teirri sigling, sum Tórshavnar Bátafelag júst hevði skipað fyri.
- Eg fari at ynskja tykkum eitt gott ár við tykkara bátum, og eg ivist ikki í, at tit fara at hava nógvar góðar løtur. Tit hava valt í tykkara felagsskapi at njóta tær góðu løturnar í bátunum saman. Eins og sokallaðu beikararnar á teirra vøkru motorsúkklum strúka eftir vegunum góðar summardagar, fara tit siglandi um sund og firðir fyri at njóta tann friðsæla partin av sjónum og av felagsskapinum. Eisini má sigast til tykkara rós, at bátarnir eru sera snøggir, nú teir hava rist vetrarhamin av sær.
Hann helt fyri, at bátafelagið í Havn hevur nakað ótrúliga virðismikið, og tað er umhvørvið niðri í Vágsbotni.
- Hetta er ein perla. Eitt summarkvøld niðri í Vágsbotni í vesturskyni við einum góðum kaffimunni ella einari kaldar øl, meðan útsýnið eru friðaligu bátarnir við brúgvarnar - tað er lívskvalitetur við lít. Vágsbotnur er uttan iva hugnaligasta staðið í høvuðsstaðnum, og tað er júst her, bátafelagið búleikast. Setið prís á hetta og farið væl um góðu umstøðurnar.
Jóannes Eidesgaard kom eisini við einari áheitan á okkum øll, sum brúka bátar og skip í einum felagsskapi og til at hugna okkum við á stevnum og annnað.
- Latið okkum virða havið og farvatnið rundan um oyggjarnar, soleiðis at hugnin og skilið er tað, sum stendur eftir - og ikki ófrættaboð. Ein skilamaður hevur altíð stóra respekt fyri havinum. Latið okkum tí eisini fara um havið við ábyrgd og virðing, bæði tá tað snýr seg um at sigla, tá tað snýr seg um ikki at dálka og ikki minst, tá tað snýr seg um at veiða burðardygt. Gera vit tað, so eiga vit heimsins mest dýrmetta tilfeingið, sum náttúran ár um ár endurnýggjar, segði Jóannes Eidesgaard í røðu síni.