Á tingi skiltu vit ikki, hví hann stakk av, tá ið hann kundi havt bjargað pensjonistunum 25 mió.kr.
Heldur ikki skiltu vit, hví hann ikki vildi vera við til at bjarga Suðuroyar Sjúkrahúsi 1,8 mió.kr.
Og innanfloks stendur enn verri til. Har skilir eingin nakað sum helst.
Ónøgdin, sum har hevur leikað á, kom fram fyri almenningin um vikuskiftið, og givið er, at vátt hevur verið í reiðrinum longri tíð. Ósemjan er húsvill, og fær ikki verið innanfloks longur.
Jóannes Eidesgaard fekk turt upp á frá fyrrverandi flokskrivara sínum, sum í nýtum orðum segði honum, at hvørki høvd ella hali var á politisku leiðslu floksins.
Formaðurin hevur verið gyrdur í brókum síðani tá, og valdi fyri fyrst alment at takka fyri avbukingina, og lovaði bót og betring.
Kortini nýtti hann høvið til at siga frá, at tað eina mest vóru útvarp og sjónvarp, har hann annars altíð hevur verið fast inventar, sum áttu ábyrgdina av, at Javnaðarflokkurin og formaður hansara ikki fingu boðskapin frá sær.
Afturat formanninum í Vága valfelag hava vit sæð fleiri aðrar floksmenn skriva, at heldur ikki teir skiltu serliga nógv av politikki floksins.
Vit sóu tað undan Skopunarfundinum, har fleiri sóknaðust eftir einari greiðari støðu, serliga á fullveldisøkinum, men vit hava ikki sæð hana enn.
Uttanfyri flokkin hava vit verið enn fleiri, ið ikki hava skilt mál og mið Javnaðarfloksins, og um dagarnar løgdust so eisini blaðmenninir á bæði Sosialinum og Dimmalætting afturat hesum skarað, ið ikki fatar ein pinn av fullveldispolitikki Javnaðarfloksins.
Kortini so sigur Jóannes Eidesgaard, at tað serliga er fullveldismálið, sum er farið avstað við tíðini hjá sær, og at tí hevur so mangt annað ligið á láni.
Hetta setur hetta okkum enn fleiri spurningar, enn tað gevur svar, tí tað er jú júst á hesum økinum, ið Jóannes Eidesgaard nýtir alla sína orku, at Javnaðarflokkurin ikki serliga greiður.
Seinast hann var í Fimmaranum, segði hann seg vera mest einsamalla mann á Kristjansborg, og ongantíð segði hann seg hava verið inni á gólvinum hjá floksfeløgum sínum har niðri.
Løgið kortini
Vit spyrja okkum sjálvi, hví Jóannes Eidesgaard so hivaði Óla Stavad, sum hann ongantíð hevur verið inni á gólvinum hjá, líka til Skopunar, at kyrra føroyskar javnaðarmenn, sum standa sum ryssur yvir deyðum fylum, slotandi og spyrjandi eftir politikki floksins.
Ein annar maður, sum Jóannes Eidesgaard heldur ikki hevði verið inni á gólvinum hjá, Pól Nyrup Rasmussen, segði almenninginum á landsfundi danska Javnaðarfloksins, at var tað nakar, sum stóð honum undir lið í donskum politikki, og vice versa, so var tað júst ein við navni nevndur - Jóannes Eidesgaard.
Eg meini tað
Stríð og strev er óivað innanfyri allar flokkar á tingi, men nú hevur so Javnaðarflokkurin valt at tveita Jóannes Eidesgaard fyri úlvarnar. Týðiligt er, at tá ið Javnaðarflokkurin skal vera konstruktivur, so fær hann trupulleikar, og tí er panikkur komin í Jóannes Eidesgaard.
Tílíkur ótryggleiki, soleiðis sum vit sígja hann, er alt annað enn serliga heppin upp undir løtuna, hvar vit føroyingar - saman við Javnaðarflokkinum - fara at leggja seinastu hond á fullveldisætlanina, áðrenn vit fara til Danmarkar at samráðast um hana.
Greitt er, at vánalig leiðsla skapar mótsetningar innanhýsis. Tað er serliga nakað, sum kann henda, tá tú situr í samgongu, meðan tað er meira ókent og tí enn álvarsamari, tá ið tað hendir í flokki, sum situr í andstøðu.
Hvat klakt verður í váta reiðri Javnaðarfloksins vita vit lítið um í løtuni, men gott og gagnligt hevði tað verið við eini sjálvrannsakan, soleiðis at vit vita, hvar vit hava hvønn annan.
Tað er ikki heppið, at øll misskilja ein av floksformonnunum á tingi. Samgonga og andstøða, mótstøðumenn og viðhaldsmenn, blaðmenn og tíðindamenn, flokkar og fjølmiðlar, øll hava trupult við at skilja Jóannes Eidesgaard.
Tað átti Javnaðarflokkurin at gjørt nakað við.
Hergeir Nielsen