Líggjas í Bø hevur í bløðunum havt eina røð av greinum, har hann viðgerð sambandið millum Førjar og Danmark. Hetta er sera skemtiliga skrivað og vísir í einum parodii minni- og undirlutakenslur og paranoia loysingarmanna.
Skrivar langt og rópar hart
Men Torbjørn Jacobsen tykist at taka hesa greinarøð í álvara og langar út til høgru og vinstru í langari grein, sum vísir, at honum manglar skilagóð argument. Júst Tobbi nýtir háttin at skriva langt og rópa hart, tá ið honum mangla argument ella hann ber fram ósannindir.
Talan um keldukritikk
M.a. sigur hann meg hava tapt tarvadystin við Zakarias Wang um fólkaatkvøðuna í 1946. Jamen góðasti Tobbi, her er als ikki talan um, at nakar skuldi vera vinnari ella tapari – avgerðin er fallin fyri yvir 60 árum síðan. Her var bert talan um at vísa á keldur, sum kunnu geva lesaranum røttu fatanina av tí søguliga í hendingin, sum fór fram henda dagin í 1946.
At Dimmalætting so avger at seta punktum fyri skrivingini, tá íð ZW dregur argumentatiónina so langt niður, at hann samanber eina fólkaatkvøðu við vanliga tingviðgerð av lógarmálum og ja, enntá um avgerð um at fara á fjall, so er tað onki at siga til og er bert eitt prógv um, at argumentatiónin er úttømd. Eri púra samdur við Dimmalættingini um at steðga skrivingini. Fólk kunnu nú sjálv meta um, hvørjum tey trúgva.
Heimastýrislógin vinnarin
Tobbi! skalt tú endiliga útnevna ein vinnara, ja, so ber tað til nú yvir 60 ár eru liðin, at meta um, hvørja avleiðing fólkaatkvøðan fekk. Og svarið er greitt og kann sigast við einum orði – vinnarin er: Heimastýrislógin. Ja, so einfalt er tað!
Eisini skuldsetir Tobbi undirritaða fyri at hava staðið fyri danskari undirbrotligheit í serflokki á fundi í løgtingsins fíggjarnevnd. Men Tobbi var ikki til staðar har, hann rímdi. Tí veit hann sjálvandi ikki, at undirritaði talaði søk teirra gomlu, veiku og sjúku. Er tað donsk undirbrottligheit? Nei!
Rímir undan sínum skyldum
Og júst hetta við at ríma undan sínum skyldum, hann er valdur til og eftir vanliga manna meting fær stóra samsýning fyri, hevur hann gjørt seg kendan fyri: ikki bert rímir hann undan fundum í fíggjarnevndini, hann rímir eisini undan fundum í uttanlandsnevndini og enntá frá jólaborðhaldi hjá løgtingsformanninum! Og so skrivar hann um tað, hann heldur er farið fram!
Jamen, hvat ger so Tobbi, tá íð hann, hóast hann fær stóra samsýning fyri løgtingsarbeiðið, allatíðina rímir undan sínum skyldum. Eru tað teologistudiini, sum krevja so nógv av honum? Neyvan, tí hann kann ikki vera komin til Fjallaprædikuna enn, tí har verður víst á, at tað eru ikki tey nógvu orðini, sum telja!