- Ein og hvør kann lata vera við at lata seg koppseta, men vandin er so, at tú kanst gerast álvarsliga sjúk av krabbameini. Og tann vandin er størri, enn vandin at fáa ógvuslig hjáárin av HPV-koppsetingarevninum, sigur Marjus Dam.
Hann sigur seg hava fult álit á myndugleikunum hvat HPV-koppsetingini viðvíkur.
- Í Norðurlondum, Europa og USA hevur alla hesa tíðina verið eftirlit við koppingarevninum, so kemur mann fram til nakað, sum ger, at mann ikki eigur at nýta koppingarevnið, so hevur mann havt høvi í fleiri ár at gera vart við tað, fortelur Marjus Dam.
- Henda tilráðingin frá Sundhedsstyrelsen kemur eftir, at drúgt granskingararbeiði er gjørt við koppingarevninum. Ofta eru tey varin við at gera tilmæli sum hesi í Danmark, tí mann vil tryggja, at tilmæli um eitt nú koppsetingar ikki skal føra til syrgiligar vanlukkur. So tá koppsetingarprogramm verða sett inn í Føroyum, eru tey væl kannað, sigur Marjus Dam og leggur afturat:
- Tað kann vera, at onkur ógvuliga sjáldan kann fáa álvarsom hjáárin av HPV-koppsetingini, men um vits eta tað upp í móti, hvat kann henda, um vit ikki koppseta, so haldi eg avgjørt, at ungar kvinnur eiga at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba.