Makrelur
Nú makrelur í størri mun enn áður er í føroyskum og íslendskum sjógvi, hevur í seinastuni rættiliga nógv verið gjørt burturúr hesum dýra tilfeingi, sum vit í dag halda okkum fáa ov lítlan part av. At íslendingar, sum ikki eru við í strandalandaavtaluni millum Føroyar, Noreg og ES, fiska makrel at kalla, sum teimum hóvar, hevur eisini gjørt, at pelagiska vinnan í Føroyum heldur, at okkara prosentvísu rættindi í avtaluni eru ov ússalig.
Men hóast alt hetta, heldur leiðarin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, at føroyingar avgjørt eiga at halda fast um skipaða veiði og soleiðis framhaldandi vera partur av strandalandaavtaluni um makrelin.
Hann heldur ikki, at løtuvinningur í hesum sambandi tænir nøkrum endamáli.
- Hinvegin eiga vit at tala fyri, at okkara partur gerst størri, nú tað vísir seg, at meira makrelur er um okkara leiðir enn áður. Við góðum kortum á hondini eiga vit alla tíðina at arbeiða fyri einum størri prosentvísum býti í okkara part.
Skipað veiða
Leiðarin á Havstovuni heldur, at sum framkomin havtjóð eiga Føroyar, sum tað lítla land vit eru, avgjørt ikki at taka okkum burtur úr hesi avtalu.
- Vit eiga altíð at stuðla undir, at fiskiveiða er skipað og ikki óskipað, sum íslenska makrelveiðan er. Eg trúgvi eisini, at hetta í longdini er best fyri Føroyar. Tað nyttar einki hjá okkum at spæla ”stórir”. Tá steingja vit okkum bara úti og vera til rukku, leggur hann aftrat.
Hjalti vísir á, at sum partur av strandalandaavtaluni kunnu vit fiska makrel bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum, vit hava avtalu við.
- Vit liggja mitt úti í pelagiska streyminum, har svartkjaftur og makrelur koma sunnaneftir og sild norðaneftir. Taka vit okkum úr avtaluni, kunnu vit bara fiska hjá okkum sjálvum og kunnu tá skjótt fáa trupulleikar av, at aðrar tjóðir ikki viðurkenna okkara veiði, sum aftur kann føra til stongsul av fiskavørum og úrdráttum úr fiski.
Hjalti í Jákupsstovu heldur tað vera eitt mistak, serliga av Noregi og ES, at Ísland ikki er tikið við upp í avtaluna um makrelin.
- Eg haldi, at hesi lond hava verið alt ov tvør við at taka grannatjóðina fyri vestan uppí, leggur leiðarin á Havstovuni aftrat.
Kompliserað
Hjalti hevur lítlan hug at gera viðmerkingar til, hvussu Føroyar brúka sína makrel-og svartkjaftakvotu, nú svartkjaftakvotan er vorðin so lítil.
- Tað er eftir mínum tykki ein ógvuliga ”kompliseraður” spurningur, um vit skulu fiska hesa kvotu sjálvir – ella, um vit sum nú er skulu lata ein part av kvotuni sum býtisfisk afturfyri fisk úr Barentshavinum.
Hjalti í Jákupsstovu er tó púra sannførdur um, at tey skip, sum veiða tosk í Barentshavinum, ikki kunnu beinast inn á føroysku grunnarnar, sum frammanundan eru undir stórum trýsti.
NEAFC hevur ásett eina makrelkvotu uppá 511.000 tons í ár, og føroyski parturin av kvotuni er 33.000 tons.
Ísland hevur hinvegin ásett sær sjálvum 112.000 tons av makreli í ár, og henda kvotan er uttanfyri tað, sum ICES mælir til