FAS
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hetta er »make or break« fyri okkum. So avgjørdur er Tommy Petersen, stjóri í Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS, um skipainnrásina úr Svøríki, ið møguliga er á veg.
Mikudagin í farnu viku hevði svenska reiðarafelagið kallað allar sínar limir inn til ein kunnandi fund, har ein ætlan fyri, hvussu strongda støðan hjá svenskari skipaferðslu skal handfarast, varð løgd fram.
Stóra yvirskriftin í ætlanini er tann, at Reiðarafelagið stuðlar útflagging sum kreppuamboð.
Leiðslan í Reiðarafelagnum boðaði frá, at hon hevur tikið eina prinsippavgerð um at tey skulu fokusera upp á eitt nú alternativt flagg og eina svenska altjóða skipaskráseting.
Tað er júst her, at tað verður áhugavert hjá føroyingum.
- Alternativt flagg er eitt stuttsiktað alternativ, og leiðslan fer at stuðla teimum reiðarum, sum vilja flagga skip síni út. Fyri nógvar reiðarar er hetta einasti mátin at yvirliva í hørðu kappingarstøðuni. Vit skulu byggja ein førleika- og vitanarbanka um eitt tal av fløggum, til dømis Føroyar, so reiðararnir kunnu venda sær til okkum um hjálp um alt frá sjórættarligum spurningum til manningarspurningar, skrivar svenska reiðarafelagið í tíðindaskrivinum.
Vit hava gott orð
Tommy Petersen er stjóri í FAS, og hann er, sum vera man, sera spentur um fráboðanina hjá svenska reiðarafelagnum.
- Svenskarar eru eitt ógvuliga nationalt fólkaslag. Sjálvandi vildu teir helst havt teirra egnu skipan, soleiðis at teir framvegis kundu hava skipini undir svenskum flaggi, og tann dreymurin livir sjálvandi enn. Men nú sær út til, at tað er komið so langt, at teir mugu flagga út. Teir hava í nógv ár tosað við svensku stjórnina um at fáa eina líknandi skipan setta í verk, men skiftandi stjórnir hava allar verið neiligar fyri tí. Teir hava roynt at samráðst, men nú sær út til at teir hava fingið nokk, sigur Tommy Petersen um støðuna í Svøríki.
Orsøkin til at serliga Føroyar sum tær einastu verða nevndar á navni sum alternativt flagg, er tí at FAS hevur fingið eitt øgiliga gott orð á seg í Svøríki.
Harafturat er formaðurin í svenska reiðarafelagnum, Lars Høglund, eisini reiðari í Fure Tankers, ið fyrr í ár flutti 3 skip til Føroya, og har tað fjórða er á veg í hesum mánaðinum.
- Hetta eru professionell fólk, og teir seta sera strong krøv. Tá teir so føla, at teir fáa eina góða viðferð og góðar treytir í Føroyum, so setur tað eitt gott orð á okkum, leggur Tommy Petersen dent á.
Smíða meðan jarnið er heitt
Tommy Petersen ætlar ikki at liggja sjóvarfallið av sær, nú ein slíkur møguleiki er uppstaðin. Fyrsta dagin fer hann til Svøríkis, har hann fer at tosa við kundar, sum eru komnir í samband við FAS, og harafturat eisini fer á fund við svenska reiðarafelagið.
- Tað er nú, og eitt hálvt ár framm, sum eru avgerandi. Tað er »make or break« hjá okkum, og kjansurin er at vit fáa eina góða jólagávu í ár, sigur Tommy Petersen.
Hinvegin sigur Tommy Petersen eisini, at skuldi ein svensk innrás av skipum komið, fer tað at seta føroyska Skipaeftirlitið undir ógvusligt trýst.
- Tað er eitt must, at tað má uppgraderast, um tað verður ein innrás. Koma tað nøkur skip, kunnu vit planleggja okkum burturúr tí, soleiðis at tað verður ein javnur streymur, men verður tað ein innrás, hava tey ongan livandi kjans at fylgja við. Har eru for fá fólk á Skipaeftirlitinum, sum henda uppgávan er konsentrerað á at geva sertifikatir. Tí mugu fleiri pengar setast av til Skipaeftirlitið, um ein innrás er á veg, staðfestir Tommy Petersen.
Mugu upp á hvítalista
Ein annar trupulleiki, sum føroyingar hava, er at vit enn bara liggja ovast á gráa lista. Har er Tommy Petersen púra greiður, og sigur at vit verða noydd at arbeiða okkum upp á hvítalista, og vera verðandi har.
Málið er at vit fáa nógv og góð skip í FAS, samstundis sum tey verandi skipini leggja sær eina við ikki at fáa átalur og verða afturhildin, tá tey verða kannaði í Port State Control.
Bara fyribils
Eitt, sum vit tó mugu gera okkum greitt, er, at talan bert er um eina fyrbilsloysn, um svenski flotin flaggar út til Føroyar.
- Teir fara sjálvandi at velja at fara aftur til svenskt flagg, um teir fáa eitt líka gott ella betri tilboð í Svøríki, staðfestir Tommy Petersen.
Tó er tað treytað av, at svenska stjórnin hálsar um, og fer at arbeið við eini svenskari altjóða skipaskráseting, og at teir klára at geva teimum eitt betri tilboð enn tað, teir fáa í Føroyum. Í løtuni tykist hetta ikki sannlíkt.
Tískil liggur uppgávan á FAS og føroyskum myndugleikum at halda og betra treytirnar og høga støðið í føroysku altjóða skipaskrásetingini, skulu Føroyar framvegis fáa gagn av, at svensk reiðarí velja at stovna eitt partafelag í Føroyum og skráseta skipið her, og sum síðan gevur eitt gott avkast til føroyskar vinnur bæði á landi og á sjógvi.