Undir einum orðaskifti í Løgtinginum í gjár komu tingmenninir Gerhard Lognberg og Henrik Old inn á lønarviðurskiftini hjá skiparunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Gerhard Lognberg segði, at lønin hjá skiparunum er syndarliga lítil, og tað ger, at teir støðast ikki, men velja annað og betri lønt arbeiði.
-Hetta, at menn koma og fara, ger, at menn fáa ikki tær neyðugu royndirnar at sigla á teimum ymsu leiðunum, og tí ger tað siglingina ótryggari, segði sandoyartingmaðurin. Hann legði afturat, at ungir menn, sum gerast skiparar hjá Strandferðsluni, gevast eftir stuttari tíð og fara aðrstaðni, tí teir fáa ikki endarnar at røkka saman við teirri lágu lønini hjá SSL.
Henrik Old var samdur við honum. Hann segði, at lønarlagið ger, at ungir menn fara aðrastaðni at sigla, og eydnast tað ikki at fáa onkrar pensjonistar á brúnna, fara skipini hjá Strandferðsluni at liggja við bryggju, segði Henrik Old.