Í grein á In.fo í morgun endurgóvu vit norsku løgregluna fyri at siga, at tey nú hava eyðmerkt líkið, sum norski rækjutrolarin Remøy fekk í trolið í Loynikrókinum hin 4. apríl í ár. Líkið er ein útlendskur ríkisborgari, men enn vil løgreglan ikki upplýsa land og navn, tí tey avvarðandi enn ikki eru kunnaði.
Løgreglan hevur sagt, at talan er um mann, sum hevur ligið í sjónum í fleiri ár - og at líkið partvís var í upploysningi. - Talan er um ein útlendskan sjómann, sum hevur ligið í sjónum í fleiri ár, segði kanningarleiðarin.
Sagt hevur áður verið, at talan er um sjómann og at oljuklæðini, hann var í, siga, at talan helst er um ein fiskimann. Aldurin hevur verið mettur at vera millum 30 og 50 ár. Tað er reiðaríið Fosnavaag Havfiske, sum eigur rækjutrolaran Remøy.
Skiparin á Remøy, Kjetil Ervik (mynd), segði við NRK, at tað var eitt óbehagiligt upplivilsi at fáa líkið av manninum í trolið, og hann legði aftrat, at hann ongantíð áður hevur upplivað nakað á havinum, sum kann samanberast við hesa hending.
- Í fyrstani hildu vit, at tað vóru oljuklæði, sum lógu aftast í trolposanum, men tá vit kannaðu hetta nærri, vísti tað seg, at partar av einum menniskja vóru inni í oljuklæðunum. Tá steðgaðu vit og pakkaðu líkið inn, sigur skiparin.
Millum ár og dag eru nógvir sjómenn vorðnir saknaðir í hesum havøki. Loynikrókurin, har líkið varð funnið, er altjóða sjógvur, og løgreglan hevur einki yvirlit yvir, hvørji lond reka fiskivinnu í hesum øki.
Løgreglan segði stutt eftir, at líkið varð funnið, at teimum kunnugt er eingin norðmaður saknaður um hesar leiðir. Nú vísir eyðmerkingin á Universitetssjúkrahúsinum í Tromsø eisini, at talan er um útlending.
Norska Dagbladet skrivar um ein fiskimann í 27-28 ára aldri, sum bleiv burtur umborð á einum krabbabáti hin 21. apríl í 2016 - bert 1,7 kilometrar frá leiðini, har Remøy fann líkið hin 4. apríl í ár. Men, norska løgreglan vil í løtuni ikki siga nakað um, hvørt talan er um henda mannin, so leingi tey avvarðandi ikki eru kunnaði.