Hugo Larsen, sum var skipari á Scandinavian Star í 1990, er deyður. Hann gjørdist 86 ára gamalur. Sambært deyðslýsingini verður hann jarðaður í Sandefjords Blad í Noregi mikudagin í næstu viku.
159 fólk lótu lív í herviliga eldinum umborð á Scandinavian Star náttina til hin 7. apríl í 1990. Skipið var á veg úr Oslo til Frederikshavn, tá eldur kom í skipið.
Skipsreiðarin, Henrik Johansen, stjórin í felagnum, Ole B. Hansen og norski skiparin, Hugo Larsen, vórðu í november í 1993 dømdir seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Sambært rættardóminum noyddust teir at bera ábyrgdina av, at trygdarviðurskiftini umborð á Scandinavian Star ikki vóru í lagi.
##med2##
- Hetta pínir meg. Hann gjørdi sítt arbeiði, og tað var eitt mistak at døma hann. Hann sveik ikki sítt starv, sigur Sigurd Klomsæt, sum var advokatur hjá skiparanum, nú skiparin á feigdartúrinum er deyður.
Dómurin varð staðfestur í danska hægstarætti hin 22. november í 1993. Í 2004 royndi Hugo Larsens at fáa dómin ógildaðan, men tað eydnaðist honum ikki, skriva NTB og VG í morgun.