Skipini skulu skrásetast í Íslandi

-Tað kann ikki góðtakast, at ein siglandi tjóð sum tann íslendska ikki hevur eina skipaskráseting, sum er kappingarfør. Vit mugu leggja allar árar í sjógv fyri at fáa skipini skrásett her.

Soleiðis skrivar formaðurin í íslendska Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, á sínari Facebook-síðu í einari viðmerking til grein í Morgunblaðnum um, at skipini hjá Eimskip og Samskip eru skrásett í FAS, tí tann íslendska skrásetingin kann ikki kappast við ta føroysku.

Bjarni Benediktsson skrivar, at tá tann íslendska skipaskrásetingin kom, vóru farmaskipini longu farin av landinum, og gongdin vísir, at reglurnar eru ikki nóg góðar til at fáa skipini heimaftur.

-Vit mugu gera reglurnar betri. Ríkiskassin hevur alt at vinna. Sum er kemur eingin skattur inn, skrivar formaðurin í tí størsta politiska flokkinum í Íslandi á Facebook.