Niger: - Heimssamfelagið hevur ikki latið við seg koma um hungurskreppuna í fátæka vesturafrikanska landinum, Niger!
So avgjørdur er norðmaðurin, Jan Egeland, sum er varaaðalskrivari í ST-felagsskapinum fyri humaniter mál.
Kemur hjálpin ikki skjótt fram til Niger, fara í minsta lagi 150.000 børn at doyggja av svongd, metir Egeland, sum eisini samskipar neyðhjálpina hjá ST.
Neyðhjálparfólk í Niger siga frá, at børn nú doyggja sum flugur í neyðhjálparmiðstøðunum í sunnara parti av landinum.
Íalt eru 2,5 mió. fólk, harav 800.000 børn hótt av hungursneyðini í landinum.
- Niger er eitt gott dømi um misrøkta neyðhjálparstøðu, har ein ikki lætst hoyra allar ávaringarnar, segði Egeland herfyri við bretska sjónvarpið BBC.
- Vit standa nú í eini akuttari humaniterari kreppu, har børn doyggja júst í hesi løtuni, segði hann.
Longu í heyst ávaraðu serfrøðingar um, at tørvandi hjálp úr útheiminum til Niger fór at føra til eina hungurskreppu.
Í mai mánaði í ár heitti ST-stovnurin fyri føðivarur, saman við stjórnini í Niger, á alheimssamfelagið um 16 mió. dollarar í neyðhjálp. Men tey fingu nærum einki.
- Nú hava vit so biðið um íalt 30 mió. dollarar, og eg havi teir seinastu dagarnar fingið hópin av positivum tilsøgnum, segði Egeland.
Norðurlendskur stuðul
Úr Norðurlondum hava bæði Danmark, Noreg, Svøríki, eins og Týskland, Belgia, ES, Sameindu Arabisku Emiratini og USA givið tilsagnir um íalt 10 mió. dollarar í hjálp.
Danmark var millum londini var millum tey londini, sum vóru fyrst við neyðhjálpini.
- Longu 29. juni góvu vit 1,6 mió. kr. til føðivaru-ætlanina í Niger, sigur Stefan Islandi frá deildini fyri humanitera hjálp í danska uttanríkismálaráðnum.
Í mai gav danska uttanríkisráðið haraftrat eina mió. kr. til privata felagsskapin CARITAS til sama endamál.