Talan var um skjótasti brotssparkið í EM-søguni, tá Kroatia í gjárkvøldið vann 1-0 á Eysturríki. Longu eftir fýra minuttum varð Ivica Olic feldur, og tað metti dómarin vera brotsspark. Luca Modric umsetti hetta til einasta málið í dystinum, og so tykist Kroatia longu nú vera væl ávegis fjórðingsfinalunum í EM.