Skjótasti svimjarin í landinum

Pauli Øssurson Mohr setti leygardagin føroyskt met á 50 metra frí. Samstundis svam hann seg til luttøku í europiskari meistarastevnu. Pauli Ø. Mohr svam í morgun 50 frí í tíðini 23.74, sum er nýtt føroyskt met og undir kravtíð til evropeisku meistarastevnuna í Prag. Tað skrivar heimasíðan www.svimjing.com. Pauli átti sjálvur metið á 23.96, frá kapping í Vági í mars mánaði.