Skjótt fara eplini í moldina

Gamalt var at seta epli niður flaggdagin, 25. apríl. Tað eru tó fleiri, ið velta, sum seta eplini niður nakrar dagar og kanska vikur seinni enn tað.

Gamalt var at seta epli niður flaggdagin, 25. apríl. Tað eru tó fleiri, ið velta, sum seta eplini niður nakrar dagar og kanska vikur seinni enn tað. Kanska verður flagveltan sett niður eitt sindur fyrr enn hyppiveltan.

 

Orðið hyppivelta ljóðar kanska løgið í oyrunum hjá summum, men hetta er ein moldvelta, sum verður hyppað, sum tað verður rópt - eisini kallað ryggjavelta í mun til flagveltuna.

 

Neyvan nakrastaðni í Føroyum eru velturnar so stórar, sum tær eru hjá nøkrum bøndrum í Sandoynni, eitt nú hjá Miðstovugarðinum og Uttastovugarðinum.

 

Tey eru mong kring landið, sum velta epli til húsbrúks, men í Sandoynni eru bøndur, sum seta niður nøkur tons av eplum á hvørjum ári. Fara eplini ov tíðliga í jørðina, er vandi fyri, at alt verður tað bera ókrút.

 

Í Sandoynni hava tey skipað samtakið Veltuna, ið er eitt samtak fyri grønmetisveitarar. Málið hjá Veltuni er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti, bæði til húsbrúks og sølu.

 

- Vit hava limir, sum velta til at selja, og vit hava limir, sum velta til egið brúk – og summi gera eitt sindur av hvørjum. Summi selja sjálvi, og onnur selja gjøgnum felagsskapin.

 

Limir í Veltuni velta eitt nú epli, gularøtur, glaskál, purrur, spísskál, salat, reyðrøtur, rabarbur og kálrabirøtur, og javnt og samt verða royndir gjørdar við nýggjum sløgum.