Skjótt kemur nýggj útgáva við Magna

Tað vera góðir andaligir slagarar í nýggjum country-hami, sigur Magni Christiansen.

Magni Christiansen fer í næstum til USA at taka nýggja útgávu upp.

- Talan verður um eina góða countryútgávu, við góðum andaligum sangum, sigur Magni Christiansen.

 

Fyrst í februar liggur leiðin til Nashville, har hann fer at húsast í tvær vikur. Tríggjar dagar skal hann í Crossroads-upptøkuhøli í Asheville, sum fleiri føroyingar hava nýtt til upptøkur seinastu árini.

- 10 føroyskir sangir vera á útgávuni, umframt tríggir enskir sangir, sum eg syngi saman við øðrum. Linda Andrews og eg syngja eitt kendan sang hjá Kris Kristofferson, sum eitur Fallen Angel, sigur hann.

 

Hann fær eisini tveir amerikanarar at syngja saman við sær, Justin Terry og Richard Lynch.

- Teir eru báðir rættiliga kendir yvir í USA, so tað verður spennandi at syngja saman við teimum. Richard Lynch hevur eisini borið so í bandi, at eg skal spæla eina konsert í Nashville, sigur Magni Christiansen.

 

Nýggja útgávan, sum kemur út á fløgu og vinyl, eitur Hjá Jesusi fann eg tann friðin. Talan er í høvuðsheitum um gamlar sangir, sum eru latnir í nýggjan country-búna, men nakrir nýggir sangir eru eisini á útgávuni.

- Eg havi fingið Jens Marna Hansen at skriva mær tveir sangir, annan hevur hann skrivað saman við Martini Joensen og hin við Kemm Poulsen. Martin Joensen hevur eisini skrivað ein sang einsamallur, sum eg fari at syngja, sigur Magni Christiansen.

 

Millum kendu sangirnar á fløguni nevnir hann Tak mína hond og Ár í synd og hugmóð.

 

Tónleikurin verður tikin upp í Crossroads Studio í Asheville í USA, og allir tónleikararnir vera amerikumenn.

- Eg verið í upptøkuhølinum í tríggjar dagar, eitt kvøld skal eg sjálvur hava konsert, men so fari eg eisini at taka mær av løttum nakrar dagar. Vit eru átta mans, sum fara yvir, so tíð verður eisini at fara á onkrar konsertir sjálvir, at vitja Graceland og Johnny Cash og alt hitt, sum man má gera í Nashville, sigur Magni Christiansen.