Onkur hevur stolið skjaldrarmerkið, sum varð skrúvað fast við sjey skrúvum á veggin á Fútastovu móti Kongabrúnni.
Tórður Bjarni veit ikki, hvat er hent, um tað er onkur, sum spælir aðalkonsulátinum eitt púss, ella um fólk savna upp á slíkar lutir, sum íslendska skjaldrarmerkið.
Kemur tað ikki afturíaftur, so má Þórður Bjarni Guðjónsson senda boð heim tl íslands eftir einum nýggjum.
Og so skuldi hann kanska slípað kervið úr skrúvunum, so ótangar ikki kunnu skrúva tað niðuraftur á náttartíð.