Tað vísir ph.d-granskingin hjá Tórunn Højgaard Ósá millum annað.
Í samrøðu í Sosialinum sigur hon, at tað hevur bráskund at raðfesta serliga barnapsykiatriina við størri játtanum, so ráð verða til fleiri sálarlæknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk við servitan á økinum. Tórunn verður við á ADHD-tiltakinum í Perluni 30. oktober, har hon fer at greiða frá síni gransking og leggja fleiri úrslit fram
- Ein barnakanning – nakrar serligar royndir – kann geva eina góða ábending um, hvørt eitt barn hevur neurologisk eyðkenni sum til dømis ADHD og autismu, og tí hevði tað verið ein vinn-vinn støða fyri bæði tey børnini, ið eru rakt, teirra familjur og alt samfelagið, um ein slík kanning verður sett í verk sum ein fastur partur av heilsukanningunum, sum vit annars bjóða barnafamiljunum. Og eisini, at nóg mikið av ressursum verða settar av til barnapsykiatriska økið, tí skjót hjálp er góð hjálp og lykilin til bestu menningina og trivnaðin hjá teimum, ið bera hesi brek.
Fróðskaparsetrinum, sum er um at verða liðug við sína ph.d-granskingarverkætlan, sum ber enska heitið “Prevalence of neurodevelopmental disabilities among children and adolescents in the Faroe Islands, sleep disorders, and the impact of a music-based intervention to alleviate sleep problems”.
##med2##
Fyrsta greinin í sambandi við granskingarverkætlanina eitur “Prevalence of ASD, ADHD and comorbidities among children and adolescents in the Faroe Islands born from 2004 to 2022” – ella “Títtleikin av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022” í føroyskari týðing.
Verkætlanin umfatar tilsamans 479 børn og ung í aldrinum 5 – 18 ár við ADHD og autismu og umleið 130 børn við øðrum neurologiskum sjúkum sum Cerebral Paresu (heilaskaða), ymiskum syndromum og genetiskum sjúkum og epilepsi.
Tórunn fór undir granskingarverkætlanina 1. mars í 2023 og verður eftir ætlan púra liðug við hana fyrst í næsta ár, men taltilfarið er longu nærum liðugt viðgjørt. Hon leggur eisini dent á, at hennara ph.d-granskingarverkætlan í fyrsta lagi snýr seg um at fáa til vega tøl í sambandi við ADHD og autismu í Føroyum, og ikki um at siga politikarunum og heilsuverkinum, hvat tey skulu gera.
##med3##
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.













