Skjótt verður eingin umbering fyri ikki at koyra til Dals at vitja

- Vónandi standa vit aftur her um ikki alt ov langa tíð og kunnu gleðast tvífalt, tá tunnilin er ein veruleiki og letur upp alment, segði varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu

- Vónandi verður tað, sum eftir er at gera í tunlinum, fingið bæði skjótt og væl frá hondini, sigur Símun Hannus Johannesen

Tá Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum hósdagin í síðstu viku, helt varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Símun Hannus Johannesen, eina stutta røðu.

 

Hann vísti á, at trý ár eru liðin, síðan fyrsta skotið varð latið av í Húsavík og hesa løtu, nú bíðað varð eftir seinasta skotinum í Dali, hevði hann høvi at siga nøkur orð.

 

- Í Dali hava vit í nógv ár tosað um tunnil, og heilt afturi í áttariárunum vórðu savnaðar undirskriftir.

 

##med2##

##med3##

 

Varaborgarstjórin vísti á, at tað verður ein Harrans lætti fyri fólk í Dali, sum hava sent síni børn gjøgnum Dalsberg í skúla, skjótt at kunna koyra ígjøgnum tunnilin.

 

- Ofta vóru tankarnir, hvussu er í berginum í morgun – við kava, hálku ella steinum.

 

Símun Hannus vísti á, at nú tunnilin kemur, og vegir skulu gerast, verður hetta ikki ein farleið longur, sum tær nýtist at stúra fyri.

 

##med4##

##med5##

- Nú verður tað heldur eingin umbering hjá fólki longur, at tey ikki kunnu koma til Dals, tí tey skulu ígjøgnum Dalsberg, segði hann.

 

Varaborgarstjórin segði, at um nakrar vikur verður heldur eingin Skopunarfjørður longur at fara um, tí skjótt verður farið undir honum.

 

##med6##

##med7##

Símun vísti á, at arbeiðið við Dalstunlinum hevur gingið væl higartil, og vónandi verður tað, sum eftir er at gera, fingið bæði skjótt og væl frá hondini.

 

- Vónandi standa vit aftur her á sama staði um ikki alt ov langa tíð og kunnu gleðast tvífalt um, at nú er tunnilin liðugur og ein veruleiki, segði varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu.

 

 

 

- Vónandi verður tað, sum eftir er at gera í tunlinum, fingið bæði skjótt og væl frá hondini, sigur Símun Hannus Johannesen

Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, Elisabeth Myllhamar og Bødvar Hjartvarsson