- Umborð á meiri enn 100 ára gamla motorinum Grinkil fingu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, saman við starvsfólki, seinastu snøklarnar í lag, meðan stimað varð framvið teininum á landi, har innari parturin av nógv umrødda Fjøruvegnum skal leggjast.
Soleiðis verður skrivað á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í morgun.
Lagt verður aftrat, at í húsunum hjá Bátafelagnum á Bakka - niðri við Støð á Glyvrum - varð avtalan um at fremja verkið seinni undirskrivað.
Á heimasíðuni verður greitt frá, at málið um Fjøruvegin byrjar hin 12. februar í 2014, tá táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fram á ting løgtingsmál nr. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.
Slakar tveir mánaðir seinni, hin 10. apríl, samtyktu 30 av 30 møttum tingmonnum á tingfundi, at farast skuldi undir hesar báðar undirsjóvarfarleiðirnar, ávikavist undir Tangafirði og Skopunarfirði.
- Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsmunnin eystaru megin við Skálafjørðin skuldi liggja við Toftavatn. Av ymiskum orsøkum var henda ætlan broytt, og linjuføringin síðan løgd soleiðis, at tunnilsmunnin endaði í Rókini. Samstundis, sum hetta á mangan hátt var ein góð avgerð, hevði hon nakrar ferðsluligar avbjóðingar við sær, serliga fyri Runavíkar kommunu.
Eftir hetta setti kommunan í gongd eina ætlan fyri, hvussu hesin knúturin kundi loysast, og í juli mánaði í 2018 var eitt skipanaruppskot klárt at lata myndugleikanum, sum bygdi Eysturoyartunnilin, ið varaði av ferðslulopinum, sum nú var í væntu.
Eftir nógvar tøkniligar og politiskar millumrokningar endaði málið við, at táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, á einum fundi í Tinganesi á heysti í 2020 samdust um at ganga saman um at loysa málið.
- Loysnin var, at metti kostnaðurin - á 100 miljónir krónur fyri alla verkætlanina - varð býttur soleiðis, at Føroya løgting skuldi borga 55 miljónir og Runavíkar kommuna 45 miljónir krónur av øllum Fjøruvegnum.
Á heimasíðuni í dag verður sagt, at Runavíkar kommuna skuldi standa fyri verkætlanini, meðan landsmyndugleikin stuðlaði henni. Avtalan varð konfirmerað á Føroya Løgtingi hin 16. desember í 2020, har 31 av 31 møttum tinglimum tóku undir við henni.
- Síðan hevur verkfrøðingurin, Andras Ortind/ LBF, saman við býarverkfrøðinginum, Maritu Súsonnu Hentze, arbeitt við at neyvætla innara partin av Fjøruvegnum, og hin 19. mai 2022 varð henda ætlanin boðin út í innboðnari lisitatión millum fimm arbeiðstakarar.
Greitt verður frá, at trý tilboð komu inn, og fyritøkan Articon hevði lægsta boð á slakar 30 miljónir krónur.
##med2##
- Í verkætlanini eru umleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði, leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin. NET og SEV verða partar av ætlanini. Kostnaðurin verður býttur samsvarandi avtaluni, sum er samtykt Føroya løgtingi, soleiðis at kommununar partur verður góðar 13 miljónir.
Fíggjarnevndin hjá Runavíkar kommunu tók hin 27. juni undir við, at avtala varð gjørd við Articon, og á býráðsfundi hin 30. juni tók býráðið einmælt undir við at skriva undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av Fjøruvegnum.
- Væntandi fer felagið í holt við arbeiðið, tá summarfrítíðin er løgd afturum. Farið verður nú undir at neyvætla sunnara partin av Fjøruvegnum, sum verður boðin út, tá fyrireikingarnar eru komnar á mál, verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.