Bilar
Magnus Gunnarsson
Við Skoda bleiv tað sum í ævintýrunum, har alt endar væl. Um vit fyri umleið tíggju árum síðan høvdu hoyrt at Skoda varð kosin ársins bilur, hevði tað verið mett sum ársins skemtisøga. Men nógv er hent síðan tá, eitt nú bleiv Skoda Octavia ársins bilur í Danmark fyri 1997, og nú kann Skoda Fabia prýða seg við sama heiti fyri 2001.
Klárt á odda
Fabia vann so ruddiliga, tá útnevningin av ársins bili fyri 2001. Útnevningin bleiv gjørd av MKD, Motorjournalisternes Klub Danmark, sum hevur staðið fyri hesum tiltøkunum síðan 1981. Ein dómsnevnd við 29 limum høvdu 18 ymiskir bilar at velja ímillum. Tað vísti seg skjótt, at Skoda Fabia lá á odda, og bleiv tann endaligi vinnarin við 267 stigum, meðan Ford Mondeo bleiv nummar 2, og Opel Corsa nummar 3.
Stórur eftirspurningur
Fabia, ið kom á marknaðin í vár, avloysir Skoda Felicia, ið var frá 1995. Felicia var avloysari fyri Skoda Favorit, sum var fyrsti Tjekkiski bilur við forhjólstrekk. Danski Skoda stjórin, Peter Mygind, var sera fegin um, at Fabia varð kosin til ársins bil 2001. Tað harmar hann, at teir, vegna tann stóra eftirspurningurin, ikki hava megnað at útvega nokk av bilum.
Classic, Comfort, Elegance
Fabia fæst í trimum útgávum, Classic, Comfort og Elegance. Bensinmotorarnir eru allir 1.4 litur, sum fáast við 60, 68 og 101 hk. 1.9 litur SDI dieselmotorurin hevur 68 hk. Í sambandi við at Skoda bleiv ársins bilur í 2001, fara vit at hyggja nærri at søguni hjá Skoda bilunum í einum av komandi bløðunum.