Roykbitlar frá ógvusligum skógareldi í Kanda merkjast nú á Suðurlandinum í Noregi.
Herviligir skógareldar hava herjað Kanada seinastu tiðina, og sagt verður, at eldarnir í løtuni eru fleiri enn hundrað í tali.
- Í ringasta føri kunnu fólk, sum búgva við framvið vesturstrond Noregs, lukta roykin og síggja royktoku, sigur Nikolaos Evangeliou, granskari við veðurlags-og umhvørvisstovnin, NILU, við Verdens Gang.
Norska kringvarpið NRK endurgevur í morgun eisini hesi tíðindi. Bæði týsdagin og mikudagin í vikuni eru roykbitlar úr Kanada máldir í Noregi.
Í gjár visti NRK at siga, at vandamikil luft spreiðir seg yvir stórar partar av USA og Kanada, og eitt nú á Manhattan í New York hanga stór roykskíggj yvir býnum.
Roykurin hevur ligið yvir pørtum av USA og Kanada í meira enn eina viku.
- Tað er vandamikið at anda slíkt roykstøv í seg, tí tú kanst fáa tað niður í lunguni og í blóðið.
NRK veit at siga, at roykur kann elva til astma, sjúku í andarásini og hjartaæðrasjúkur.
Sambært granskarum hjá NILU-stovninum er ikki óhugsandi, at roykur úr Kanada kann síggjast sum tám í Noregi, og at roykurin eisini kann luktast.
- Hinvegin trúgva vit ikki, at roykbitlar í luftini í Noregi kunnu vera serliga heilsuskaðiligir, leggur granskarin, Nikolaos Evangeliou, aftrat.
##med2##