Eftir góð 10 ár brast aftur. Vón er nú aftur fyri einari oyggj. Vón fyri ein stóran part av øllum føroyingum. Fasta sambandið undir Vestmannasund er nú av álvara farið ígongd.
Leingi, alt ov leingi hava vit bíða. Vónandi fer arbeiði at ganga væl.
Samferðslukervið:
Men eins og hetta arbeiði nú byrjar aftur, er at ynskja, at stóran skommin í føroyska samferðslukervinum, Gásadalur, fær tað samband, aðrar bygdir hava havt í fleiri hundra ár. Eg ynski, at hetta arbeiði byrjar aftur. Sæð í stóra samanhanginum, er tað arbeiði peanuts at gera, tá vit hugsa um fíggjarlógir uppá milliardir!
Eisini er neyðugt at nevna flogvøllin, ið neyðugur er at nútíðargera. Bæði vøllur og terminalur mugu gerast - og tað er ein skilagóð íløga at fremja.
Loysingarbumban
má avmonterast:
Fyri at útbygging av hesum samfelag skal kunna lata seg gera, er tó neyðugt at samgongan tekur burtur ámonteraðu loysingarbumbuna frá botnventilinum á hesum samfelag. Tí um tað skotið verður sprongt, so fer alt samfelagið til botns.
Sambandsflokkurin hevur boð uppá skot í byggja hetta samfelag upp- ríkisrættarliga.
Núverandi samgonga hevur bert eitt boð - eitt skot, ið er ein vanlukka fyri føroysku tjóðina, nevniliga loysing.
Neyðugt er at avmontera tað skaðiligu loysingarløðingina - og spreingja rætt, fyri at byggja hetta samfelag upp - eins og Sambandsflokkurin vil. Vit hava visiónirnar at byggja upp. Tað hava hinir ikki. Tað kostar at byggja upp. Tað kostar at reka hetta samfelag. Tað er ein veruleiki, ið øll mugu góðtaka.
Latið okkum byggja land!
Latið okkum løða og spreingja rætt!
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður