Teir 20 servandu skotsku hermenninir úr Deild 45, sum vanliga heldur til í Aberdeen, lupu mánadagin á land á suðursponsku strondini vápnaðir við maskinbyrsum og trimum bumbuvarparum. Teir vóru ikki meiri enn komnir niðan frá sjóvarmálanum, tá teir varnaðust, at teir vóru mitt í einum íbúðarøki.
Tað vísti seg, at teir vóru komnir til býin La Linea, sum er tætt við markið millum Spania og Gibraltar. Í mong ár var hetta markið stongt og ógvuliga væl vart, tí Spania krevur framvegis at fáa Gibraltar, sum onglendingar hersettu í 1704.
Skotsku hermenninir vóru í ferð við at grava sær skotgravir niðari á sandinum, tá nakrir løgreglumenn í La Linea komu at fregnast eftir, hvat teir tókust við. Tá løgreglumenninir skiltu, hvussu vorðið var, greiddu teir skotunum frá, at teir høvdu mistikið seg, tí Gibraltar var longur suðuri.
Skotsku hermenninir, ið sum vera man vóru illa við, tóku vápnini og hina útgerðina og kvikaðu sær burtur.
Bretska verjumálaráðið hevur biðið borgarstjóran í La Linea um umbering fyri mistakið hjá hermonnunum, skrivar skotska blaðið Daily Record.