Skotska stjórnin vann atkvøðugreiðslu um misálit

Stjórnarflokkurin í Skotlandi, SNP, klárað seg undan eini misálitisatkvøðugreiðslu. Fyrstiráðharrin hevur lagt frá sær

Humza Yousaf fer frá sum fyrstiráðharri í Skotlandi. Foto: Andrew Milligan/Ritzau Scanpix

Skotski stjórnarflokkurin SNP, bjargaði sær í dag undan eini misálitisatkvøðugreiðslu í skotska tjóðartinginum. 

Tað skrivar Reuters.

Atkvøðugreiðslan var, tveir dagar eftir at floksins leiðari og landsins fyrstiráðharri, Humza Yousaf, boðaði frá, at hann legði frá sær.

Yousaf heldur fram, til nýtt fólk er funnið í hansara starv.

Misálitið fall við 70 atkvøðum ímóti og 58 fyri.

/ritzau/

 

 

Humza Yousaf fer frá sum fyrstiráðharri í Skotlandi. Foto: Andrew Milligan/Ritzau Scanpix