Sunnudagin letur skoytubreytin í Tórshavnar kommunu aftur. Hon hevur verið opin síðani leygardagin 29. novembur.
Í ár hevur skoytubreytin verið í skúlagarðinum í Tórshavnar kommunuskúla. Onkur hevur fílst at, at breytin hevur verið nakað burturgoymd, og spurningar eru settir við, um hon man hava havt líka nógv vitjandi í ár.
- Vit hava havt nakað færri vitjandi í ár, men tað er væntandi orsaka av ringa veðrinum, siga tey av Tórshavnar kommunu.
Nýtt í ár er ein karrusel, sum børnini kunnu stuttleika sær á, tá tey eru troytt at skoytingini, og tað hevur eftir øllum at døma eydnast væl.
- Serliga barnagarðar og aðrir stovnar, ið hava vitjað okkum, hava verið glaðir um karrusellina, siga tey av skoytubreytini.
Skoytubreytin er opin út hesa vikuna.