Tað var ein risa uppgáva, sum bíðaði føroyska U21-landsliðnum hjá monnum í dag. Í HM-endaspælinum í Algeria vóru tað bólkafavorittarnir úr Týsklandi, sum í dag stóðu hinumegin hálvuna.
Mong spáddu eitt føroyskt stórtap, men okkara garpar stóðu seg heilt ótrúliga væl ímóti teimum vælvaksnu komandi heimsstjørnunum, harav fleiri av teimum longu nú spæla í týsku Bundesliguni.
Týskland kom á odda 5-2, men Føroyar fingu javnað til 5-5, og hetta gav av álvara trúgv upp á at tað lat seg gera. Føroysku leikararnir dýktu á og vóru púra óvæntað á odda tað mesta, ið eftir var av fyrra hálvleiki.
Mótstøðumenninir høvdu tað trupult ímóti einari krútsterkari føroyskari verju saman við góðum málmansspæli frá Niklasi Simonsen, og teir vóru týðiliga ónøgdir við, at Føroyar – tó púra uppiborið – fór til hálvleiks á odda 15-12.
Ein kundi óttast eitt týskt ódnarveður í seinna hálvleiki, men okkara menn megnaðu eina góða løtu at varðveita leiðsluna. Tá ið 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki gekk tó ikki longur, og Týskland javnaði til 16-16.
Tað tók Týsklandi meira enn so at rista føroyingarnar av sær, og tað var ikki fyrr enn við støðuna 19-19, at okkara menn tóktist at gerast troyttir, gjørdu nógv mistøk og Týskland streyk avstað til ein 29-21-sigur.
Úrslitið sigur lítið og einki um dystin og føroyska avrikið. Talan var um stórsligið avrik og eitt heiðurligt tap, har tað bara kanska eina lítla løtu sást hvør spælir í Bundesliguni og hvør spælir í Føroyum.
Næsti dystur hjá Føroyum verður ímóti Ungarn í morgin kl.18.00. Eitt stig í tí dystinum sendir Føroyar víðari til 1/8-finaluna, men tað sær ógvuliga gott út tí viðvíkjandi, og kann ein ungarskur sigur ímóti Suðurkorea í kvøld eisini senda Føroyar víðari.
Føroyar – Týskland 21-29 (15-12)
Málskjúttar: Áki Egilsnes 3, Teis Horn Rasmussen 3 (2) Jónas G. Djurhuus 3, Helgi H. Hoydal 3, Fríði Weyhe 2, Sjúrður Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Hilmar Leon Jakobsen 2, Vilhelm Poulsen 1
---
Beinleiðis frásøgnin sæst niðanfyri:
Liðugt: 29-21 til Týskland. Vilhelm Poulsen fekk síðsta føroyska málið, sítt fyrsta í kappingini.
58min.: 28-20 til Týskland. Nú skrædnaði.
56min.: 25-20 til Týskland. Okkara menn eru troyttir og gera mistøk.
53min.: 22-20 til Týskland. Vit eru í yvirtali í meira enn ein minutt.
52min.: 21-20 til Týskland
50min.: 21-19 til Týskland. Vit tykjast troyttir nú, og Týskland fær tvey mál á rað.
48min.: 19-19. Týskland kom á odda, men Helgi H. Hoydal skorar triðja málið á rað.
45min.: 18-18. Helgi H. Hoydal einaferð afturat. Hava annars verið óhepnir við enn einum skoti á stongina.
41min.: 17-17. Helgi H. Hoydal av strikuni.
40min.: 17-16 til Týskland. Vit misnýta enn einaferð.
40min.: 16-16. Aftur óheppið. Vilhelm Poulsen rakar á stongina, Týskland javnar og Føroyar tekur timeout.
38min.: 16-15 til Føroyar. Teis Horn Rasmussen rakar tvørtræið. Óheppið. Týskland skorar.
36min.: 16-13 til Føroyar. Kjartan Johansen, Týskland fær tveir minuttir og so Teis Horn Rasmussen umvegis brotskast.
34min.: 14-11 til Føroyar. Hilmar Leon Jakobsen er óttaleysur og skorar enn einaferð.
33min.: 13-11 til Føroyar. Hilmar Leon Jakobsen skorar.
31min.: Hilmar Leon Jakobsen fær tiltuskað tveir minuttir til Týsklands.
31min.: 12-10 til Føroyar. Vit eru í undirtali, og Týskland gagnnýtir møguleikan.
Hálvleikur: 12-9 til Føroyar. Áki Egilsnes fær eitt skot bjargað tvey sekund áðrenn hálvleik.
29min.: 12-9 til Føroyar. Týskland fær eitt bíligt brotskast og vit fáa enn eina útvísing.
28min.: Sama støðan Hilmar Leon Jakobsen fær tveir minuttir fyri tað sum líkist sjónleiki frá týska spælbýtaranum Zintel.
27min.: Vit missa bóltin í álopinum. Niklas Simonsen bjargar, og Føroyar fara aftur í álop.
25min.: Føroyar taka timeout.
25min.: 12-8 til Føroyar. Teis Horn Rasmussen og so Áki Egilsnes við einum dundurskoti upp í hornið.
24min.: 10-6 til Føroyar! Fríði Weyhe og Teis Horn Rasmussen við brotskasti.
21min.: 8-6 til Føroyar! Kendu týskarar ikki vinstra arm hjá Áka Egilsnes, so gera teir tað nú. Í hinum endanum bjargar Niklas Simonsen.
20min.: Týskland tekur timeout. Sjálvandi.
19min.: 7-6 til Føroyar! Ótrúligt. Eitt álop í yvirtali, sum eingin kundi skrivað betur – framúr spæl út á vongin til tann púra trygga Sjúrð. Olsen.
18min.: 6-6. Hørður Trygvason bjargar brotskasti, Jónas G. Djurhuus stríðir seg til eitt mál og Týskland fær tveir minuttir.
15min.: 5-5! Vit stríðast væl. Jónas G. Djurhuus, Áki Egilsnes og Fríði Weyhe hava skotið málini.
9min.: 4-2 til Týskland. Kjartan Johansen og Sjúrður Olsen hava skotið føroysku málini.
6min.: 2-0 til Týskland. Føroyar eru ikki komnar til upplagt skot enn, men Niklas Simonsen hevur staðið væl og eitt nú vart fyri einum brotskasti. Tað hevur avmarkað skaðan higartil.
Undan dystinum: Nú rungar “Tú alfagra land mítt” í høllini, so nú verður ikki leingi áðrenn dysturin byrjar.
Undan dystinum: Dómararnir í dag eru úr Algeria, og teir eita Yussuf Belkhiri og Ali Hamidi.
Undan dystinum: Føroyar mugu klára seg uttan Pætur Johansen, Pætur Mikkjalsson og Pætur Thomsen. Johansen er vorðin sjúkur, Mikkjalsson hevur brotið fingurin og Thomsen er smáskaddur og verður spardur til dystin ímóti Ungarn í morgin.