Skrúðgongan víðkað

Til at markera, at túsund ár eru síðani, at kristniboðskapurin kom til Føroya, eru samkomur og kirkjur uttan fyri fólkakirkjuna bodnar við

Finnbogi Ísaksson løgtingsformaður hevur gjørt av, at skrúðgongan á ólavsøku hesaferð verður víðkað.

Fimm umboð fyri kirkjur og samkomur uttan fyri fólkakirkjuna hava fingið innbjóðing. Hesi umboða brøðrasamkomurnar, hvítusunnusamkomurnar, katólsku kirkjuna, adventistakirkjuna og frelsunarherin.

Løgtingsformaðurin sigur orsøkina verða, at tað í ár eru liðin 2000 ár síðan Kristi føðing, og at 1000 ár eru liðin, síðani kristniboðskapurin kom til Føroya.

? Eg havi sent út eitt skriv og biðið um svar, áðrenn hosdagin 20. juli. Tey umboðini, ið taka av, koma at ganga aftast í røðini, har bispur og prestarnir ganga, sigur Finnbogi Ísaksson.

Hans Jacob Joensen, bispur, heldur tað vera skilagott at bjóða hesum umboðum við til skrúðgonguna í ár.

Tað verður aftur í ár gingið í trimum røðum, har oddamenninir ganga eins og teir hava gjørt seinastu tvey árini. Løgtingsformaðurin í miðjuni við løgmanni í høgru borði og bispi hinumegin.