Skráin hóskaði til Pál

Tað átti ikki at borið til, at sami svimjari vinnur allar teinarnar í frísvimjing. Men tað bar til hjá Pál Joensen, sum tó fekk góða hjálp frá skránni, sum passaði sum fótur í hosu til vágbingin

Svimjing

 

Eingin yvir og eingin við síðunar av Pál Joensen. Fremsti føroyski svimjarin ruddaði borðið í frísvimjing, har hann vann gull á 50, 100, 200, 400 og 1500 metrum. Eitt avrik, ið næstan ikki átti at borið til, tí dygdirnar, sum krevjast innan ymsu kappingarnar, eru so ymiskar.

- Ein týðandi orsøk er í øllum førum, at skráin passaði perfekt til Pál. Ikki minst at 50 meturin var nú á seinasta degnum. Svimjararnir hava kappast í fýra harðar dagar, og tað er serstakliga tungt hjá sprintarum. Fysiologiskt er Pál bygdur soleiðis, at hann hvílir sera skjótt og væl, og tí er hann munandi betur fyri enn sprintararnir aftan á fýra dagar í hylinum. Var 50 meturin á skránni fyrsta dagin, trúgvi eg ikki, at Pál hevði vunnið heiðursmerki yvirhøvur, segði Jón Bjarnason, venjari hjá Pál Joensen.

 

Fakta

Heiðursmerkini hjá Pál

50 frí gull

100 frí gull

200 frí gull

400 frí gull

1500 frí gull

50 firvald gull

200 bringa gull

4X50 blandað gull

100 blandað silvur

200 blandað silvur

400 blandað silvur

50 bringa silvur

4X100 blandað silvur

4X100 frí silvur

200 firvald bronsa

100 bringa bronsa