Tað hendir ikki so sjáldan, at herverk verður framt á bilar í Eysturoynni, og nú roynir ein bileigari á sín hátt at finna út av, hvør breyt rútin á hansara bili herfyri. Ein bileigari hevur sett sín bil í Saltangará og roynir soleiðis at finna út av, hvør ella hvørjir herverksmenninir eru, sum hava brotið honum rútin.
Á uppslagnum, sum bileigarin hevur sett innanfyri rútin, stendur: ?Um onkur liggur inni við vitan um, hvør hevur brotið rútin, sigi mær frá...?
Bileigarin leggur aftrat, at hann fer ikki at siga navnið á tí, sum kemur við upplýsingum, ið kunnu leiða hann til herverksmannin ella herverksmenninar.
Úr Eysturoynni frættist, at tað er ikki so sjáldan, at herverk verður framt á bilar, og eitt nú hava ótangar gjørt seg inn á fleiri bilar á Toftum yvir eina longri tíð.
Løgreglan í Eysturoy veit at siga, at bilar, sum standa avsíðis, eru meiri útsettir enn bilar, sum standa inni á økinum hjá eigarunum.
Sum Portalurin skilir, stóð hesin bilurin, sum myndin vísir, inni á økinum hjá tí, sum eigur hann - og ikki avsíðis. Kortini fekk hann ikki frið, og rúturin framman er brotin.
Nú leitar eigarin so eftir herverksmanninum - og kanska eisini til ?skræk og advarsel? hevur hann sett skeltið í rútin og biðir fólk hjálpa sær at leita.