Skrúva allir fyri, skapa vit kreppuna sjálvi

- Vit høvdu eina veruliga kreppu fyri góðum 10 árum síðan, men í dag skyldar vinnan nógv minni pening. Skrúva allir fyri, eru vit sjálvi við til at skapa eina nýggja kreppu ? og tað dugi eg ikki at síggja er nakað endamál í sær sjálvum, sigur Frithleif Olsen, stjóri á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, sum saman við íslendska felagnum, Skaginn, ger stórarbeiði fyri Kollafjord Pelagic

Handverksvinna

Nógv tað størsta arbeiði, sum maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, ger í løtuni, er nýggj og heilautomatisk frystitunell og ymiskar broytingar og tillagingar í móttøkuni og aðrastaðni á stóra pelagiska virkinum í Kollafirði, Kollafjord Pelagic. FJM ger hetta arbeiði samstarvi við íslendska felagið, Skaginn á Akranesi, sum er ein maskinverkstaður, ið hevur ávísar royndir á pelagiska økinum. FJM hevur verið í samstarvi við hesa fyritøku áður, men talan hevur ikki verið um tey stóru arbeiðini.
Skaginn hevur bygt upp framkomnar pakkilinjur og pakkiútgerð til pelagisk virkir, og tá ið hesar linjur skulu samlast og setast upp í Kollafirði, er tað eisini ein fyrimunur fyri teir, at FJM er við í verkætlanini.

Betur arbeiðsgongd

- Allar broytingarnar á virkinum í Kollafirði hava til endamáls at gera arbeiðsgongdina betur og meiri rationella. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum skal fáast frá hondini uppá lutfalsliga stutta tíð. Tað er tískil ein fyrimunur, at FJM og Skaginn samstarva um hesa verkætlan, ið er ein tann størsta, vit hava luttikið í, sigur Frithleif Olsen, stjóri á FJM í Runavík.
Hann vísir á, at móttøkan og innvigingin á virkinum verður eisini broytt, samstundis sum virkið fær eina góðkenda innvigingarskipan.
- Allur fiskurin verður vigaður, tá ið hann kemur inn á virkið. Brotin og skaddur fiskur verður skildur og vigaður frá. Síðan verður hann støddarskildur. Fleiri rampur skulu gerast, og heilsufrøðilig krøv skulu lúkast, sigur Frithleif.
Tá ið Sosialurin vitjaði í nýggju og rúmligu hølunum hjá FJM í síðstu viku, sóu vit stórar samansveisaðar stáldragarar á gólvinum. Nógv fólk var til arbeiðis, og allir arbeiðsmenninir vístu seg at hava nógmikið til hendurnar.
- Jú, her er nógv at gera í løtuni, og saman við lærlingunum, eru einir 45 mans til arbeiðis.
Frithleif sigur, at FJM fór undir hetta stóra arbeiði fyri 6-7 vikum síðan, og gongst sum ætlað, verður alt arbeiði, sum gerast skal til Kollafjord Pelagic liðugt um ársskiftið.
- Samstundis, sum hetta arbeiði hevur verið í gongd, hava vit gjørt ymiskt til eitt nú Fiskamarknaðin Føroya og Fiskavirking á Toftum. Talan er um nøkur bond til Fiskamarknaðin og eina sonevnda "turra" avísing til Fiskavirking, soleiðis at sleppast kann av við ísin uttan at brúka vatn.

Rækjuflotin

FJM hevur arbeitt nógv við broytingum og rationaliseringum av skipsdekkum, skipsverksmiðjum og virkjum.
Nú rækjuflotin er so illa fyri, spurdu vit Frithleif, um felagið stendur til at missa pening í rækjuflotanum.
- Nei, tað vænti eg ikki, vit gera, tí tað er ikki tann nógvi peningurin, vit eiga úti hjá hesum partinum av flotanum. Vit hava havt góðar "kundar" í rækjuflotanum, sum hava goldið væl. Skipini, vit seinast hava havt nakað serligt við at gera, eru Napoleon og Arctic Viking, og tey hava altíð goldið væl.
Frithleit sigur, at tá ið rækjutrolarin, South Island, sum leirvíkingar hava keypt, kemur aftur til lands um ársskiftið, fer FJM at gera okkurt smávegis á verksmiðjuni. Sum skilst, er skipið í Danmark, har maskinan verður umvæld, og síðan fer tað til Fraklands til sandblásingar.
- Vit hava áður gjørt nýggja verksmiðju umborð á South Island, so hesaferð verður bert tikið hond um okkurt smávegis, sigur hann.
Stjórin á FJM sigur, at tá ið teir eru lidnir við Kollafjord Pelagic, liggur einki stórarbeiði beint fyri framman, men samráðingar eru allatíðina í gongd um ymisk arbeiði, bæði her heima og uttanlands.

At skapa kreppu

- Tað eru nógvar smiðjur kring landið, sum hava munandi minni at gera í løtuni.
Frithleif heldur, at ein orsøkin til, at fólk eru skeptisk, stavar frá úttalilsum hjá politikarum, bankastjórum og tíðindatænastuni um eitt nú alivinnuna og rækjuvinnuna.
- Tað ber saktans til at "skapa" eina ávísa kreppu, um tað er hetta, sum fólk vilja.
Hann vísir á, at hóast kreppa er í alivinnuni og rækjuvinnuni, gongur betur aðrastaðni, og tí skilir hann ikki, hví úttalilsini um samfelagsgongdina sum heild skulu vera so negativ.
- Vit høvdu eina veruliga kreppu fyri góðum 10 árum síðan, men í dag er ein stórur partur av vinnutólunum niðurgoldin ? ella í øllum førum skyldar vinnan sum heild munandi minni pening. Men skrúva allir fyri, skapa vit kreppuna sjálvi, og tað dugi eg ikki at síggja er nakað endamál í sær sjálvum, sigur Frithleif Olsen at enda.