Í kvøld klokkan 19 leika Kyndil og Stjørnan bronsudystin í SMS-deildini. Dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn. Talan verður bert um tann eina dystin.
FM-finalurnar kunnu gerast fimm í tali. Spælt verður best av fimm dystum.
HSF hevur lagt skránna út fyri FM-finalurnar millum H71 og Neistan. Av tí, at H71 vann grundspælið fáa hoyvíkskvinnur tríggjar dystir á heimavølli um tað endar við fimm FM-finalum.
FM1 fer at siga frá øllum FM-finalunum - øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Leygardagin 2. apríl:
FM-finala 1 kl. 19.00 H71 – Neistin
Týsdagin 5. apríl:
FM-finala 2 kl. 19.00 Neistin – H71
Leygardagin 9. apríl:
FM-finala 3 kl. 17.00 H71 – Neistin
Týsdagin 12. apríl:
Møgulig FM-finala 4 kl. 19.00 Neistin – H71
Leygardagin 16. apríl:
Møgulig FM-finala 5 kl. 14.00 H71 – Neistin