Skráin fyri Summartónar 2014 er nú farin til prentingar.
Summartónar er ein long røð av summarkonsertum kring alt landið.
Festivalurin er ikki staðbundin, men vitjað verður líka væl í úttasta útjaðara, sum í miðstaðarøki. Talan er um tiltak, ið hevur heilt nógv ár á baki.
Men hóast talan er um tann festival, ið landafrøðiliga fevnir víðast, og sum er elst, so verður hann enn manna millum, ofta í skemti, nevndur Føroya mest gloymdi, ella best goymdi, festivalur.
Talan er um bæði føroyskar og útlendskar tónleikarar, ið framføra í hugsandi og óhugsandi krókum í Føroyum.
Hesi støð verða vitjað í summar:
Fuglafjørður, Fugloy, Gjógv, Gøta, Hestur, klaksvík, Mykines, Nólsoy, Sandur, Tórshavn, Trøllanes, Vágur, Sørvágur, Svínoy, Hattarvík.
Summartónar 2014 eru frá 10. juni til 24. august.
Skráfaldarin sæst á tutl.com og fæst annars í Tutl handlinum og á kunningarstovum.
Mynd: Úr skráfaldaranum: Summartónar 2014