Skráin til Sjómannadagar

Stóra økið har Sjómannadagurin verður hildin hvørt, tekur av álvara skap. Fyrireikarnir siga, at tað hevur gingið ómetaliga væl at fingið tiltakið á føtur aftur í ár, og vælvildin frá fyritøkum og einstaklingum er ótrúliga stór.

Fiskikappingin á Kósabrúnni byrjar kl. 17.00

 

Eins og undanfarin ár, verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3 í hesum bólkunum: Dreingir undir skúlaaldur, gentur undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri og gentur í skúlaaldri.

 

Eisini verður steyp og gáva latin til tann, ið fiskar størsta fiskin.

 

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Agn verður útflýggjað á bryggjuni.

 

Klokkan 18.00 byrjar risastóra vatnkríggið millum bátar og skip á vágni í Klaksvík.

 

Umframt verjuskipini, og fleiri onnur bæði størri og smærri skip og bátar, verður skipið Rólant, ið Bakkafrost eigur, eisini við vatnkrígginum í ár.

 

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum. 

 

Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsur tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

 

 

 

Skráin leygardagin 19. aug

 

Dagurin byrjar við, at Merkið verður vundið á stong klokkan 10.30.

 

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2023 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.

 

Í Tjaldinum


10.40: Stóra morgunmatarborðið

 

11.00 – 18.00: Listaframsýning

Lydia Petersen, Magna Auðunsson og Monika Ósá Henriksen sýna fram

 

11.00 – 18.00:  Framsýning við Norðoya Heimavirki

 

12.00 – 16.00: Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir

 

12.00 – 17.00: Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti

 

13.00 – 17.00: Blái Krossur Føroya bjóðar øllum børnum ókeypis Candyfloss úr Liv Lívið - rúsfría vogninum

 

13.00 – 17.00: Silvi skipar fyri fiskidammi

 


Á økinum


10.30: Merkið verður vundið á stong, meðan tjóðsangurin verður sungin 

 

11.00 – 19.00: Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

 

12.00 – 14.00: Opið hús í Fullpower á Klaksvíksvegi 85

Verð við í spennandi kappingum, gita hvussu nógv kilo eru í rúgvuni og tak eina wella selfie við vakra prýdda selfieveggin frá Rógvadóttir. Ókeypis kaffi!

 

13.00: Grindamannafelagið skerir ein grindahval upp niðanfyri Ídni.

Greitt verður frá á enskum, meðann grindahvalurin verður skorin upp. Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður síðani borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

 

13.00 - 17.00: Opið hús á Looknorth

Kom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur. 

 

13.00 - 17.00: Ókeypis kramarísar

 

13.30 – 19.00: Føroya átiligasta fiskaborð

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

 

-----

 

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

 

-----

 

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

 

-----

 

Christian í Grótinum og Amarant -  Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

 

-----

 

14.00: Føroya Sjómannnadagur bjóðar grindabúff og rómaepli

 

14.00: Sjórænarar bjóða øllum børnum við á spennandi skattaveiðu

 

14.00: Felagssangur við Hans Hjalta Skaale og Hóraldur Joensen í kantinuni á ”Roykivirkinum”.

 

14.00 – 15.00: Á Sjónámi verður framløga við John Goodlad um bók hansara “The Salt Roads - how fish made a culture”. John fer at tosa um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.

 

14.00 – 17.00: Føroyameistarakapping í kassastápling

 

15.30 – 16.30: Á Sjónámi greiðir Gudmund Helmsdal frá um spælifilmsverkætlanina Vandaferð.

Verkætlanin byggir á bókina "Ein Vandaferð" eftir Frederik Bláhamar, um tá Vestmanna sluppin Union Jack varð sokkin í 1940.

 


Á sjónum

 

09.00: Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

 

10.00: Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Norðlýsið, Thorshavn, Norðan og Grinkil eru við, umframt Swan, ið kemur úr Hetlandi.

 

11.00 – 17.00: Sjórænaraskip við Trøllapæturi og ommuni siglir stuttar túrar við børnum

 

 

11.00 – 17.00: Vilt á sjónum

- Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum

- Ókeypis túrar sitandi á luftpútum, ið hanga afturúr speedbátum

 

 

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á sluppini Jóhanna

 

Tveir róðursmenn vera við stýrisvølin. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpassi, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

 

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á Westward Ho

Tveir mans vera ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

 

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á skúlaskipinum Dragin

Kahúttin er riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu skúlaskipið verður nýtt til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður

 

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á Norðlýsinum

Manningin vísir, hvussu farast kann upp í mastrina

 

13.00 – 17.00: Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

Norðoya Bjargingarfelag bjóðar øllum vælkomnum umborð á nýggja bjargingarbátin.

 

13.30: Bjargingarroynd

Tyrlan hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag luttaka

 

14.00: Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni

Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj.

 

14.00 – 17.00: Opið skip umborð á Brimli

Manningin bjóðar heitar vafflur og kakao.

 

14.00 – 17.00: Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Hvidbjørnen”. Manningin bjóðar heitar pannukøkur og kakao.

 

15.25: Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950. Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

 

16.00: Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni. Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj. 

 

 

Sunnudagur 20. august

 


11.00 - Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni við Hanusi á Gørðum.

Harmonikuvinir leiða sangin. Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina.

 

18.00 - Sjómansmøti í KFUM & K 

Torleif Johannesen sjómanstrúboðari talar.

Eftir møtið verður nátturði.