Skráseta heitar keldur í Vestmanna

Meta tað eru einar 15-20 keldur í sama øki.

Ísland er kent um allan heim fyri sínar heitar keldur, men eisini her í Føroyum eru nakrar heitar keldur, ið tó eru væl minni og ikki eins heitar sum í grannatjóðini.


Eitt av teimum støðum, har fleiri heitar keldur eru, er í Vestmanna, har tey nú eru farin í holt við at skráseta tær ymisku keldurnar.


Finnbogi Joensen er ein av trimum umsjónarmonnum í Vestmanna kommunu, sum stendur fyri arbeiðinum at skráseta heitu keldurnar.


- Har eru einar 15-20 keldur í hesum økinum. Jarðfeingi hevur verið og skrásett nakrar keldur, men síðani hava vit funnið fleiri aftrat. Hitin í hesum keldunum liggur um 9-16 hitastig, sigur Finnbogi við in.fo.


Talan er um eitt øki á 250x150 metrar, ið liggur nakað omanfyri viðarlundina í Vestmanna.


- Vit hava eini hús í viðarlundini, har ein av hesum áunum rennur framvið. Hon er umleið 12 hitastig, meðan ein onnur á, ið liggur nærhendis, liggur um 0 stig.


Finnbogi greiðir frá, at tað serliga er seinastu dagarnar, tá kavin lá, at tað bar væl til at skráseta keldurnar.


- Kavin tiðnaði beinanvegin, har hesar keldurnar vóru. Ætlanin er so, at skráseta allar keldurnar nágreiniliga, næstu ferð, at kavi liggur í bygdini.


Heitur keldurnar kunnu brúkast til nógv ymiskt, men enn er óvist hvør eigur rættin til tær.

- Tað kann brúkast til upphiting av sethúsum og nógv annað, men tað er óvist hvør eigur rættindini til keldurnar. Tað er ein løgfrøðiligur spurningur, ið tey á Jarðfrøði royna at loysa, sigur Finnbogi at enda.