Sótu teir
aftur har
gulldreingirnir
fleiri ættarlið
? maktelitan ?
í ymsum skotum
túsundbein og rennitól
í hópatali
margir fleiri
enn í fjør
ættartalvan
kanna á tamb
mikil málageipan
skreppingar
skotran í høll
skolan út og inn
aftur og fram
tungir av mati og
drykkju
nakrir sjakalar
høvdu
sníkt seg innar
leigusveinar
pampara valdsins
lógarsmiðir
meinlíkir
vesturlendskum
marglætis gudum
verja rætt
proletarsins
fæloysinganna
teirra kúgaðu
vesturlendski/amerikanski
dramblætis-materialistiski
avskeplaði hugsunnarhátturin
fylti gildisskálan
materialistisku greðingarnir
gjørdust tyngri
og tyngri
av mati og drykkju
fyltu og
skolaðu í seg
eins og hetta
marglætisgildið
varð teirra síðsta
væl vitandi
at svá
livdu teir hvønn dag
í ováti og drykkju
Tann kúgandi stætturin
útpínir, spjaðir
neyðtekur
tann kúgaða, fæloysinga stættin
øll lokabrøgd
verða nýtt
meðan vit ? fæloysingar ?
útpínda stættin
arbeiðarafjøldin
hendur í favn
heldur kjaft
solidaritetskenslan
liggur á deyðastrá
meðan vit fjøtrað í
vesturlendska oyðandi
imperialistiska
hugsunnarháttinum
verða rurað í blund
her situr yvirstætturin
skortar í ymsum líki
ein privat kapitalistiskur
meldur
ósmæðin og grammur
sita her
vælnøgdir
kúgandi yvirstætturin
? snákurnar við lið ?
flennur
at hesum
býttlingunum
fæloysingunum
ið fylla
alt teir
hava
í hetta
yvirfylta
ríkmannatrog
er einki mark
fyri frekleika
yvirstættsins
yvirstætturin
ránsmannafjøldin
fleiri tungur
í einum heysi
sáðar mistreysti
í okkum
kúgaðu
sleikja kúgandi
stættin
lønin
fótin í
afturpartin
skolandi aftur og
fram
í neyðini
pínuni
virðisleyst
lasafar
yvirsætturin
á veg
við øllum gripum
fæloysinganna
tann kúgaða fjøldin
yvirstætturin
kom til himnaborgar
men har var stongt
mistu flogið
fullu aftur
maktgirndarleiðin
dró hesar
greðingar
snobbaraskaran
kystu skitnu leiðina
Men fæloysingar
vit kúgaðu
Nú er nóg mikið
stættamunurin
gerst størri og grefligari
fyri hvønn dag
Men
eg síggi fyri mær
eitt rættvíst
socialistiskt samfelag
fagurt roðandi
úti í havsbrúnni
Solidariska
socialistaheimið Føroyar
nærkast í hvørjum!
Solidaritetslúðurin
hvøllur nú ljóðar. Vaknið!
Vær krevjum vára rætt!
Samhugafjøldin
sýni samhuiga!
Gevið kúgandi stættinum
maktelituni
durafjórðingin!
Okkara sterkasta vápn
er
Aðalverkfall
so tað munar
Samhugaðu brøður og systrar
Gott stríðsár!
1997
pegasus