Nógva regnið hevur havt við sær, at eitt skriðulop var á Syðradalsvegnum, Streymoy, fríggjakvøldið tann 5. november. Tað var fríggjakvøldið um seks tíðina, at eitt skriðulop var á Syðradalsvegnum á Streymoynni. Tá komu umleið 10 tons av gróti oman á vegin, upplýsir Dánjal Syderbø, økisleiðari á vegadeildini á Landsverki.
Fólk frá Landsverki komu beinanvegin á staðið og ruddaðu upp tað, ið komið var á vegin, so at ferðslan aftur kundi koyra sum vanligt, sigur Landsverk í tíðindaskrivi.