Skriva álit um 11,5 eyka milliónir til Kringvarpið

57,5 milliónir til Kringvarpið er ov nógv, og tí fer samgongan at fella uppskotið um at geva Kringvarpinum tær 11,5 milliónirnar, sum landskassin fær í mvg av kringvarpsgjaldinum

57,5 milliónir til Kringvarpið er ov nógv, og tí fer samgongan at fella uppskotið um at geva Kringvarpinum tær 11,5 milliónirnar, sum landskassin fær í mvg av kringvarpsgjaldinum

 

 

Týsdagin fer mentanarnevndin hjá løgtinginum undir at skriva álit í málinum um broyting í løgtingslógunum um kringvarp. Endmálið við uppskotinum, sum Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Gunvør Balle úr Tjóðveldi hava lagt fram, er í stuttum at útvega Kringvarpi Føroya fleiri pengar. Hetta skal gerast við at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg, samstundis sum stovnurin ikki sleppur at selja sponsorat og útvarpslýsingar.

 

Málið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum, men alt bendir á, at samgonguflokkarnir ikki taka undir við uppskotinum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður á økinum, sigur, at hann arbeiðir við einum líknandi uppskoti – og tað plagar at vera nóg mikið hjá samgonguflokkum at fella eitt andstøðuuppskot uppá.

 

Eftir at málið var til fyrstu viðgerð, varð tað beint mentanarnevndina, sum skal skriva álit, og tá verður greitt, hvussu ymsu flokkarnir fara at atkøvða.

 

Áðrenn álitið verður skrivað, fer mentanarnevndin at hitta ymsar parrtar í málinum. Týsdagin sleppa so umboð fyri Sosialin og Portalin, umboð fyri Felagið Samskifti, sum er felagið hjá lýsingarvinnuni, og landsstýrismaðurin í mentamálum saman við umboðum fyri Kringvarp Føroya, at siga sína meining.

 

Sum in.fo skilir støðuna eru serliga tingfólk úr Fólkaflokkinum ikki serliga heit fyri, at Kringvarpið skal fáa allar tær 725 krónur frá hvørjum húski í Føroyum, sum Kringvarpið fær meira av hesum uppskotinum. Kringvarpsgjaldið er 2.900 krónur pluss 25 prosent í mvg. Hesi 25 prosentini eru 725 krónur - sum tilsamans geva kringvarpinum 11,5 milliónir krónur meira í kassan. Tað er væl meira, enn stovnurin fær inn í lýsingar- og sponsorpengum. Men stendur tað til Fólkaflokkin, so verður hendan upphæddin í øllum førum lækkað.

 

TRÝST HER fyri at síggja uppskotið og viðmerkingar til uppskotið