Skrivikafé á Býarbókasavninum í Havn

Gongur tú við einum rithøvundi í búkinum, ella vilt tú menna títt skrivikynstur í felag við onnur, so hevur tú nú møguleikan, tí Býarbókasavnið fer nú undir at skipa fyri skrivikafé og regluligum skriviverkstovum.

Tað skrivar  Býarbókasavnið í Havn.

 

Skrivikaféin er fyri øll, sum hava hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar. Skrivikaféin er opin hvønn sunnudag kl. 14-17, har tú fært høvi at menna tínar skriviførleikar og hitta onnur, sum skriva.


Hvønn mánað koma høvundar og ritstjórar at vegleiða og tosa um skrivikynstrið.


Fyrsta skriviverkstovan er sunnudagin 2. oktober. Tá kemur Vónbjørt Vang, býarbókavørður og høvundur, at leggja lag á. Evnið er: Hvussu komi eg í gongd við at skriva?

 

– Um undirtøkan er góð, er møguleiki fyri at stovna egnar skrivibólkar, har til ber at fáa íblástur og lesivegleiðing frá hvørjum øðrum. Um áhugi er fyri tí, verður lagt upp til at enda við einum upplestrartiltaki á Býarbókasavninum, har tey, ið hava hug, kunnu vera við til eitt upplestrartiltak.

 

– Tiltakið er á 1. hædd í Býarbókasavninum, og tað er ókeyps at luttaka. Øll, sum hava hug at menna sítt skrivikynstur kunnu koma við. Eisini tey, sum ongantíð hava skrivað áður.

 

– Havið eina notesbók og ein penn við, siga tey á Býarbókasavninum.