Skrivligur fyrispurningur til løgmann viðvíkjandi Vága Floghavn

Undirritaði setti í tinginum í vikuni ein munnligan fyrispurning til løgmann um Vága Floghavn.

 

Sune Jacobsen



Undirritaði setti í tinginum í vikuni ein munnligan fyrispurning til løgmann um Vága Floghavn.

Av tí at tíðin at svara munnligum fyrispurningum er avmarkað til 6 minuttir, heitti løgmaður á undirritaða at seta fyrispurningi fram skrivliga. Tað ber av góðum grundum ikki til, av tí at mín tíð í tinginum fyri Marjus Dam var lokin. Eg boðaði frá, at eg vildi seta spurningin fram í bløðunum, og tað verður hervið gjørt. So stendur tað upp til løgmann, um eg fái svar.

Fyrispurningur ljóðaði soleiðis:

Hvørjar útbyggingar hevur landsstýrið ætlanir um at fremja á flogvøllinum í Vágum, og hvussu eru tær raðfestar á langtíðarfíggjarætlanini ?

Viðmerkingar :

Landsstýrið, ið sat í tíðarskeiðnum frá 1994-1998, gjørdi eitt miðvíst arbeiði fyri at bøta um viðurskiftini á flogvøllinum í Vágum.

Í 1996 valdu landsstýrið og danska ferðslumálaráðið eina nevnd at kanna møguleikarnar fyri at betra um flogvallarviðurskiftini í Vágum. Í 1997 varð glíðibreytarútbúnaður royndarkoyrdur, sum virkaði sum hann skuldi.

Táverandi løgmaður, Edmund Joensen, sigur í svari upp á fyrispurning frá Tordi Niclasen um flogvallarmálið so seint sum 11. februar 1998, at hann hevur bjóðað danska ferðslumálaráðharranum til Føroya at greiða málið um útbyggingina endaliga.

Síðani henda samgongan tók við, hevur almenningurin bert fingið ørkymlandi útmeldingar frá landsstýrinum. Einki oyrað er sett av á fíggjarlógina, sjálv um leiðslan á flogvøllinum hevur boðað frá alment, at tørvur á støðuplássum til tyrlur, flúgvarar og bilar er akuttur. Harumframt lýkur terminalurin ikki tey krøv, sum nútíðin setur til ein slíkan.

Tá vit bert vita, at Vága Floghavn skal leggjast undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002, hevði tað verið áhugavert at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum øki og hvussu hesar eru raðfestar á langtíðarfíggjarætlanini.


Á FØROYA LØGTINGI, 3. apríl 2001

Sune Jacobsen


Grundin til at eg setti hendan fyrispurning fram er tann, at eg føli meg tíverri sannførdan um, at hendan samgongan hevur ofrað flogvøllin á fullveldisaltarinum. Tað helt eg longu í 1998, tá samgonguskjalið hjá sitandi samgongu varð almannakunn-gjørt.

Og grundin til tað er, at samgongan í samgonguskjalinum sigur, at hon vil yvirtaka øll málsøki, og tað er brot á ta strategi, sum allir føroyskir samferðsluráðharrar hava havt áðrenn hesa. Teir hava nevniliga ført fram, at málsøki flogferðsla er danskt, og tí er danskt ábyrgdarøki, tá talan er um rakstur og útbyggingar.

Fyrst í 90-unum var Svend A. Ellefsen ferðslumálaráðharri. Tá vildu danskir mynduleikar hava okkum at yvirtaka vøllin sjálvan, men vóru sinnaðir at útbyggja terminalin. Men av tí at ferðafólkatalið fall í stórum árliga av kreppuni, var einki ítøkiligt burturúr hesi ætlan.

Í 1994 gjørdist Sámal P. í Grund ferðslumálaráðharri. Tá kom gongd aftur á málið, og úrslitið av tí arbeiðinum er nevnt í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Tá Edmund Joensen hevði yvirtikið málsøkið, sigur ferðslumálaráðið 3. februar 1998, at tað vil greitt hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur í flogvallarmálinum. Og Edmund Joensen svarar mynduleikunum aftur, at landsstýrið ynskr flogvøllin longdan 200 m., soleiðis at hann gerst 1450 m., og at fingið verður til vega lendingarhjálparamboð, tvs. glíðibreyt v.m.

Grundin til at komið var so nær eini loysn á flogvallarmálinum á vári 1998 var, at føroyskir myndugleikar áhaldandi høvdu víst á, at loftferðsla var danskt ábyrgdarøki, og at danska ferðslumálaráðið hevði ábyrgd av, at vøllurin tekniskt og á annan hátt, er á so høgum støði sum gjørligt.

Nú, trý ár eftir, er als einki hent uttan tað, at samgongan í fullveldisrúsi hevur boðað stjórnini frá, at hon vil yvirtaka málsøki 1. januar 2002.