Skrokkurin skal byggjast í Litava

MEST hevur skrivað sáttmála við Western Baltija Shipyard um skrokkin á nýggja havrannsóknarskipinum.

Sáttmáli var í dag undirskrivaður í býnum Klaipėda í Litava um bygging av skrokkinum til nýggja havrannsóknarskipið, skrivar MEST í tíïndaskrivi, dagfest í gjár.

 

 

Talan er um eina skipasmiðju við drúgvum royndum, sum hevur veitt skrokkar til skipasmiðjur í millum annað Noregi, Danmark og Týsland í mong ár.

 

 

- Valið fall á júst Western Baltija skipasmiðjuna tí at góðska, umstøður og annað talaðu fyri tí”, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr, í stuttari viðmerking úr Litava.

 

 

Tað er Føroya Landsstýri, sum hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja skipið.

 

 

Skrokkurin verður væntandi liðugur á sumri 2019. Tá kemur skrokkurin inn á MEST á Skála har skipið verður gjørt liðugt. Skipið skal verða liðugt á sumri 2020.